Advokatur hjá Meng: Løgreglan skal greiða frá feilum

Mai-Brit Storm Thygesen heldur, at løgreglan eigur at greiða frá feilum í kanningini av drápinum á Emilie Meng.

 

Mai-Brit Storm Thygesen, sum er advokatur hjá teimum avvarðandi hjá Emilie Meng, sigur eftir dómin í Korsør-málinum í dag, at løgreglan skal greiða frá, hvørji mistøk vórðu framd í kanningini, og hvørjar avleiðingar tey fingu. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Mai-Brit Storm Thygesen, sum er advokatur hjá teimum avvarðandi hjá Emilie Meng, sigur eftir dómin í Korsør-málinum í dag, at hon og viðskiftafólk hennara hava heft seg við forkláringaf hjá løgreglufólki undir málinum.

 

- Í mun til tær vitnisfrágreiðingar, sum hava verið givnar undir málinum, hevur tað verið púra greitt, at tað hava verið nøkur løgreglufólk, sum hava havt ta áskoðan, at okkurt hevur gingið galið í mun til hvussu kanningararbeiðið átti at verið, sigur hon.

 

- Tað eri eg samd í, tí tað er í tráð við tey tingini, sum mamma Emilie Meng og eg áður hava kritiserað løgregluna fyri.

 

Løgreglan í Suðursælandi og Lolland-Falster hevur fingið átalu fyri handfaringina av málinum um Emilie Meng, sum hvarv. Millum annað hevur verið funnist at, at málið ikki varð kannað meira nágreiniliga frá byrjan.

 

Undir rættarmálinum segði ein hundaførari eisini, at eitt "risa mistak" varð gjørt í kanningini, tá ein Netto-taska við lutum hjá Emilie Meng varð funnin við Regnemark Bakker í 2016.

 

Eitt starvsfólk hjá løgregluni fór inn um avsperringina at kanna innihaldið í plastposanum.

 

- Upplýsingarnar um, at tað í roynd og veru eru løgreglufólk, sum sita í rættinum og viðurkenna, at tað eru nøkur ting, sum eru farin heilt galið, tað haldi eg er týdningarmikið.

 

- Eg haldi, at nú søgan er endað fyribils, eigur løgreglan at greiða frá, hvussu kanningararbeiðið gekk. Tey skuldu gera eina frágreiðing um, hvørji feilir vórðu gjørdir, nær teir vórðu gjørdir, og hvørjar avleiðingar tað hevði, sigur hon framman fyri Rættinum í Næstved.

 

Mai-Brit Storm Thygesen sigur eisini, at viðskiftafólk hennara eru nøgd við, at Philip Patrick Westh er funnin sekur í málunum, sum hava við Emilie Meng at gera.

 

- Vit eru eitt sindur vónbrotin av endurgjaldinum, sum er dømt, tí vit høvdu væntað, at kravið, sum vit høvdu sett fram, fór at verða eftirlíkað.

 

Mai-Brit Storm Thygesen hevði latið inn endurgjaldskrav upp á 934.503 danskar krónur tilsamans fyri mammu Emilie Meng og tvey systkin.

 

Rætturin valdi at døma mammu Emilie Meng 139.996,10 danskar krónur, meðan systkini fingu 50.000 danskar krónur hvørt.

 

/ritzau/

 

Mai-Brit Storm Thygesen, sum er advokatur hjá teimum avvarðandi hjá Emilie Meng, sigur eftir dómin í Korsør-málinum í dag, at løgreglan skal greiða frá, hvørji mistøk vórðu framd í kanningini, og hvørjar avleiðingar tey fingu. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix