VIDEO: Estland U17 - Føroyar U17 2-2 (Hæddarpunkt)

(Video) Síggj samandráttin hjá estiska fótbóltssambandinum av 2-2 javnleikinum hjá føroysku U17 kvinnunum móti Estlandi

Mynd: FSF

Ígjár spældu føroysku U17-kvinnurnar venjingardyst móti Estlandi.

 

Dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 

Ranja Joensen legði Føroyar á odda í 40. minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði Silja Trier økt til 2-0.

 

Estland minkaði um munin til 1-2 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ólukkutíð javnaðu tær estisku fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Í morgin klokkan 10 spæla føroysku U17 kvinnurnar dyst móti Lettlandi.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum frá Youtube rásini hjá estiska fótbóltssambandinum: 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: FSF