Ægir á odda

Svimjing: Vann 22 av 64 kappingum í smá-unglinga-meistaraskapinum 1998 og er nú rættiliga komið við í oddin í føroyskari svimjing

Sum kunnugt var SUM ?98 í Klaksvík um vikuskiftið. Hetta er afturvendandi kapping, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Klaksvík á hvørjum vári.

Tað skal ikki dyljast, at henda grein verður skrivað til heiðurs fyri Svimjifelagið ÆGIR, sum eftir miðvíst arbeiði vann kappingina. Tað var við spenningi, at sæð varð fram til hesa kapping, tí aloftast fæst løn fyri arbeiðið, og tað kann tíbetur sigast í hesum førinum.

Leiðslan í ÆGIR er ikki av tí slagnum, sum ger nógvan háva burturúr. Formaðurin Martha Poulsen er lítillátin, og um tú hevði spurt hana, hvussu tey hava borið seg at, hevði hon óivað svarað, at vit hava bara arbeitt, ella vit gera bara okkara besta. Men uttan at taka nakað serstakt burturúr, man størsta gávan hjá nevndini verða, at tey eru góð við børnini, sum um tær eiga tey sjálvi, tí ikki er óvanligt at hoyra tær siga »børnini hjá mær« ella »okkum«, tí hetta er í stóran mun eitt felag, har mammurnar hava tikið seg saman. Í løtuni sita í nevndini Martha Poulsen, formaður, Elna Joensen, Betrina Venned, Heidi Biskopstøð og Helga Mikkelsen, og vara tær allar av onkrum, sum svimur og venur. Umframt nevndina eru nøkur óalmindiliga ófør hjálparfólk, sum uttan at vita tað eru ryggurin í felagnum.

Tá ÆGIR fór undir miðvísa arbeiðið at menna tey ungu, varð skjótt greitt, at hetta ikki kundi lata seg gera bert við sjálvbodnum arbeiði, og hevur Jákup Johansen verið løntur venjari seinastu tíðina, og eigur hann so avgjørt sín part av æruni fyri góðu úrslitini. Afturat honum eru sum hjálparvenjarar Helga, Gunnar, Ester, Margith, Fía, Charlotta, Alisa, Sørin og onnur, og eiga tey øll tøkk uppiborna.

At Klaksvíkin eigur so dugnalig fólk, er at gleðast yvir, og eiga tey at fáa rós og stuðul til framhaldandi arbeiði. Vit eiga at minnast til, at Klaksvíkin er ein fiskivinnubýur, har tað eigur at vera heilt náttúrligt við einum svimjifelag fyri at brynja okkara komandi ættarlið til sjólívið, har tað at duga at svimja og at hava neyðuga treiskni og vilja at náa mál og seta sær sjálvum mál, er ein alneyðugur partur av menningini hjá tí einstaka, til sjálvstøðugar avgerðir og ábyrgd.

Vit kenna øll, hvussu nevndin í ÆGIR á ymiskan hátt hevur savnað pening til sítt arbeiði, ikki minst við so trúfast at selja kaffi í sambandi við heimadystirnar hjá KÍ, skipa fyri køku-/mattombola, ymiskari sølu á Norðoyastevnu, so vit sum illa tola spruttið frá ungu svimjarunum her hava serstakan møguleika fyri at stuðla einum ágrýtnum ítróttarfelag.

Ár 2000 verður ÆGIR 25 ár, so vit vóna, at nevndin kann leggja ætlanir fram til silvurdagin um tvey ár, men hetta krevur sjálvandi, at vit í Klaksvík standa saman um okkara svimjifelag, soleiðis at tað fíggjarliga hevur møguleika fyri at skipa viðurskiftini á besta hátt fyri svimjararnar. Tað má ikki henda, at hetta arbeiðið, sum nú er bygt upp, enn eina ferð dettur niður fyri av fíggjarligum ávum, ella at svimjihøllin verður stongd í bestu svimjitíð vegna umvælingar. Um høllin krevur ábøtur, so ein innilig áheitan á býráðið, gott í tykkum, takið ÆGIR við upp á ráð, so arbeiðið kann gerast í besta forstáilsi.

Sambært tilmeldingarlistanum luttóku hesir svimjarar hjá ÆGIR:

Bólkur 1 - f. 89 og yngri. Gentur: Alexandra Jacobsen, Rúna Joensen, Nathalia Reinhardt, Edith Hansen og Tórhild Biskopstø. Dreingir: Óli Jacobsen.

Bólkur 2 - f. 87-88. Gentur: Lilly Hansen, Kristina Reinhardt, Durita Johansen, Maria Jacobsen, Anna Joensen, Maria við Neyst, Jacoba Heinesen og Vígdis Syderbø. Dreingir: Ólavur Jacobsen, Martin Heimustovu, Pól Ingi Olsen, Kaj Joensen, Benjamin Mikladal, Bárður Venned, Bergur Joensen, Rúni Bjartalíð, Jón Syderbø og Rasmus Purkhús.

Bólkur 3 - f. 85-86. Gentur: Bára Joensen, Jutta Mikladal, Charlotta Venned og Eydna Jacobsen. Dreingir: Heðin Jacobsen, Hans Sólbjørn Olsen, Torleif Joensen, Karsten Biskopstø, Steyni Andreasen, Ólavur Eysturdal, Sofus Mikkelsen og Kristian Olsen.

Um kappingina er at siga, at hon var væl fyriskipað, og kann sum heild ikki vera stórt øðrvísi, tá so nógv luttøka er, og havast í huga, at stór luttøka var frá øllum svimjifeløgum í landinum.

Okkurt stuttligt kann nevnast ? onkur helt, at ryggsvimjararnir hjá Skeggjum blundaðu, tá teir svumu, tí teir ræddust mannin úr Syðrugøtu, sum helt so nógvan gang, men onkur annar helt, at gott var, at svimjararnir ikki hoyrdu so nógv undir vatni.

Tá bíðað varð eftir, at kappingin skuldi byrja, helt ein fyri, at leiðslan í SSF helt, at undirsjóvartunnilin var komin, men mátti so pent bíða í Leirvík eftir næsta túri hjá Ternuni.

Lítli fitti reyðklæddi maskotturin hjá Jon verður helst einaferð fittur svimjari. Og so var tað Sørin, sum flenti so illa, at svimjararnir blivu kaldir áðrenn start. ÆGIR vann meira enn helmingin, tá Skeggjar verða taldar við, tí har eru øll hjálparfólkini úr Klaksvík.

Tillukku ÆGIR við ynski um góða framtíð.