Ætla at byggja nýtt fjós Millum Fjarða

- Eg eri positivur og bjartskygdur av lyndi, og eg trúgvi, at ein íløga í nýtt fjós fer at loysa seg. Málið er, at garðurin skal geva so mikið av sær, at bæði vit, sum reka garðin og tey, sum hjálpa okkum, skulu kunna fáa eina ordiliga løn, sigur Per Eirikur Húsgarð, sum starvast á Húsagarði hjá pápa sínum, Líggjasi Húsgarð, sum vit eisini hava skift orð við

 

 

Líggjas Húsgarð í Syðrugøtu, sum er festibóndi á Húsgarði við fjósi og mjólkneytum eystaru megin Fjarðará í Skálafirði og 300 áseyðum Norðuri í Haga, fór ungur á landbúnaðarskúla í Noregi. Hann er føddur í 1958 og er í dag 66 ára gamal.

 

Meðan fleiri av hansara javnaldrum í sínari tíð arbeiddu fiskamøl og tjentu pengar, hugsaði hann meira um garðin hjá pápanum, Per Húsgarð.

Herfyri gjørdu vit avtalu í telefonini um at tosa saman um garðin og dagurin, har hann helt, at tað lá væl fyri hjá sær at greiða frá, var seinasta fríggjadag klokkan 13.

Sum avtalað, so gjørt.

Tá klokkan var farin beint av 13 henda dagin, varð ringt til bóndan á Húsgarði, og hann var bæði blíður og fyrikomandi í telefonini. Tá vit høvdu skift orð eina løtu, spurdi hann, hvar vit vóru. 

Jú, eg segði sum var, at eg sat í Vágsbotni og lurtaði eftir honum í telefonini.

- Jamen, skuldi tú ikki koma norður higar? Eg havi sett á borðið og havi fingið ein eldri mann inn á gólvið, sum hevur sera gott minni og veit um alt tað gamla.

Líggjas legði aftrat, at teir kundu bíða eftir okkum í Syðrugøtu. Eini svørt hús við flagtekju og í ovara borði á vegnum, tá tú kemur inn í bygdina.

 

Tað tók eina løtu, áðrenn vit vóru til reiðar at koya úr Havn, tí her skuldi vera fundur á blaðnum klokkan 13.30, har øll helst skuldu vera við. 

So, klokkan var farin av 14, áðrenn vit koyrdu úr Vágsbotni, og vit vóru ikki í túninum við bóndans hús í Syðrugøtu fyrr enn umleið klokkan 14.30 – ella hálvan annan tíma ov seinir!

Men, tá vit komu innar, sótu teir báðir, Líggjast, bóndi og søgufróði, Anfinnur Huusgaard, við búgvið borð. Sjálvur hevur Anfinnur so mikið av hagaseyði, at hann hevur ríkiligt til húsbrúks, sum hann tekur til.

- Hetta er frá gamlari tíð, og síðan havi eg keypt eitt lítið sindur, leggur hann aftrat.

 

Vældekkað borð

Á bóndans borði í Syðrugøtu henda dagin liggur tjógv, og her er gott breyð, umframt bakaravørur. 

So, áðrenn berbara teldan kemur á borðið, verða fyrst nakrir rugbreyðsbitar við góðum og vælsmakkandi kjøti etnir. Turra kjøtið, sum framvegis er bleytt og lekkurt, tá tú sker í tað, smakkar so mikið væl, at hetta verður bæði til ein, tveir og tríggjar bitar. 

Einki er etið á degnum, so hetta kemur væl við.

Á gólvinum gongur hundurin, og hann vónar eisini at fáa onkran lítlan bita av kjøtinum, sum liggur á borðinum og angar so væl fyri tann, sum dámar turt føroysk seyðakjøt.

Hundurin er væl vandur og blíður. Hann tykist ikki órógvaður av, at fremmand fólk eru á gátt. 

Hetta er ein hugnalig løta við borðið, og bæði Líggjas og Anfinnur hava nógv at siga frá, sum saktans kundi fylt nógvar síður í blaðnum í dag, tá Anfinnur altíð hevur verið áhugaður og minnist alt tað gamla. 

Hesa løtu er húsbóndin meira upptikin av ymiskum av tí, sum rørist í politisku skipanini, sum viðvíkur landbúnaðinum og tí, sum hevur við velting at gera.  

Nógv er velt eystanfyri ánna Millum Fjarða, men Húsgarður hevur søkt um loyvi at velta uppaftur meira, og Líggjas ótolnast, nú líkt er til, at myndugleikarnir, sum skulu geva endaligt loyvi, drála við at svara.  

Eftir at hava sitið og prátað eina góða løtu við búgvið borð, vísir Líggjas okkum eisini oman í gomlu og lutfalsliga stóru bóndahúsini á niðaru síðu á vegnum í Syðrugøtu, har fólk ikki hevur búð í fleiri ár. 

Men, sum føddur í 1958, minnist Líggjast nógvar góðar løtur úr gomlu bóndahúsunum, har hansara forfedrar búðu og sum helst eru bygd í 1890-unum.

Soleiðis, sum vit skiltu, tá vit vóru inn á gólvinum í gomlu bóndahúsunum, er norðari partur eldri enn hin syðri. Í gamlari tíð vendu húsini oman og niðan, og nú liggja tey fram við vegnum.

Tað er beiggi Líggjas, Pætur Húsgarð, sum so smátt er farin í holt við at seta húsini í stand, men hetta er eitt stórt og umfatandi arbeiði, sum fer at taka tíð. 

Tá tú kemur innar, sært tú skjótt, at hetta er ein gamal bústaður.

Meðan vit práta, vendir Líggjas Húsgarð aftur til ungu gøtudreingirnar, sum fóru at arbeiða fiskamjøl, meðan hann hugsaði um bóndaskap, og nú tekur hann soleiðis til: 

- Eg dugdi ikki at síggja, hví eg skuldi fara at slíta meg upp fyri ein annan, tá eg kundi fara á landbúnaðarskúla fyri at búgva meg til einaferð at hava mítt egna, sigur hann.

Líggjas heldur, at hann fekk nógv burturúr á landbúnaðarskúlanum.

- Nú visti eg, hvat tað heila snúði seg um, og eg hevði eisini lært, at tað ræður um fáa nakað burturúr garðinum. Jú, eg føldi meg, sum ein kong, tá eg var liðugur á skúlanum, sigur hann brosandi.

 

Krevjandi arbeiðsdagar

Tað eru møguleikar á einum garði, sum bæði hevur mjólk og seyð, men tað skerst ikki burtur, at hetta er tungt og krevjandi arbeiði, sum fer við nógvari tíð - hvønn dag og fleiri tímar um dagin, morgun og kvøld - allar dagar í viku.

Gamla fjósið hjá Húsgarði var og er framvegis í Syðrugøtu, og tað var í 1980, at farið varð í holt við at byggja nýtt fjós eystaru megin Fjarðará, og tað var í 1982, at neytini vórðu flutt norður.

- Slakir 1000 áseyðir hoyra til Syðrugøtu. Pápi plagdi at hava 260 áseyðir Norðuri í Haga, sum er einbýtishagin hjá okkum, og vit hava útvið 300 seyðir í haganum, nú seyðurin verður meira fóðraður og hevur tað betri, sigur Líggjas.

Soleiðis hevur Húsgarður umleið ein triðing av markatalinum, sum hoyrir til Syðrugøtu. 

Mjólkarkvotan hjá Húsgarði er 226 tons um árið, og haraftrat leigar garðurin nakað av kvotu frá bøndrum, sum eiga avlopskvotu, soleiðis at framleiðslan kann vera umleið 300 tons um árið.

Í løtuni hevur garðurin umleið 32 mjólkneyt á básunum. Ungneytini eru í niðaru hæddini í fjósinum Millum Fjarða og í gamla fjósinum í Syðrugøtu.

Ætlanir eru um at byggja nakað uppí til ungneytini í fjósinum Millum Fjarða, men hetta er ein minni útbygging, sum er í framhaldi av tí, sum er og er tískil ikki serliga krevjandi.

Líggjas Húsgarð viðgongur, at seinnu árini er tað sonurin og komandi festarin av garðinum, 33 ára gamli, Per Eirikur Húsgarð, sum gongur á odda í fjósinum, har hann gjøgnum árini eisini hevur gjørt ymiskar broytingar og dagføringar, sum hava gjørt arbeiðsdagin lættari.

- Hann tók sína landbúnaðarútbúgving á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Sonurin hevur verið sølumaður hjá P/F Mariu Poulsen í Havn, men hevur seinnu árini burturav verið krumptappurin í fjósinum.

Bóndin sigur, at tá alt gongur væl, tekur sjálv mjólkingin umleið hálvan annan tíma, men saman við fyrireiking, vasking, fóðring og øðrum, sum hoyrir einum fjósi til, tekur hetta munandi longri tíð, leggur hann aftrat.

 

Antin byggja ella gevast

Festibóndin í Syðrugøtu dylur ikki fyri, at tað er dreymurin hjá soninum at byggja eitt nýtt fjós við umleið 72 básum, og her eru fyribils tekningar gjørdar.

- Fjósið kann byggjast norðanfyri verandi fjós Millum Fjarða, og her er gott pláss, men her verður so neyðugt við planering av lendinum, áðrenn nakað kann byggjast.

Líggjas veit sjálvsagt um krøvini, sum eru á veg um, at eingi kríatúr skulu standa bundin, og at neytini skulu ganga leys.

- Eg haldi bara, at tá slíkt krøv verða sett, mugu eisini pengar fylgja við, tí her verður talan um stórar íløgur. Tað ber ikki til at umbyggja fjósini, sum eru, tí leysgangandi kríatúr krevja nógv pláss.  

Hann ásannar, at nýggju krøvini geva garðinum bara tveir møguleikar – antin at gevast við mjólkini ella byggja nýtt, og hann fegnast um, at sonurin, Per Eirikur, dugir at hyggja frameftir og sær nýggjar møguleikar. 

- Pápi mín, Per Húsgarð og eg, róku garðin saman í eini 25 ár, og síðan hann doyði í 2009, havi eg staðið við ábyrgdini av garðinum. Per Eirikur hevur verið óførur at hjálpt til – eisini, meðan hann var í starvi í Havn, men síðan hann gavst í Havn og burturav kom at arbeiða á garðinum, hevur hansara ágrýtni og arbeiðssemi verið altavgerandi, sigur bóndin.

Hann leggur aftrat, at tað hava verið nógvar tungar og strævnar løtur á garðinum, og tá hann hyggur í bakspeglið, sær hann, at tað eisini vóru tíðir, har hetta slett ikki var nakað lív, tí arbeiðsdagurin var langur, og hann var ongantíð leysur av garðinum.

- Tá tú hevur bóndagarð, noyðist tú eisini at gera onkrar íløgur av og á, og vit hava eitt nú bygt ein stóran køst við krossvegin Millum Fjarða, har seyðahúsið hjá okkum stendur omanfyri vegin til Oyndarfjarðar.

Líggjas Húsgarð sigur, at bæði pápi hansara og abbin høvdu neyt í Syðrugøtu, og honum kunnugt vóru neyt ein partur av garðinum her heilt frá gamlari tíð, til neytini vórðu flutt norður Millum Fjarða. 

Meðan vit práta við borðið í køkinum hjá Líggjasi í Syðrugøtu, leggur Anfinnur Huusgaard aftrat, at í hansara uppvøkstri var kúgv næstan í hvørjum húsi í bygdini.

- Minnist eg rætt, vóru tað bara eini fýra hús, sum ikki høvdu kúgv. Tey flestu høvdu eina; summi høvdu tvær, og í onkrum húsum vóru tríggjar kýr, sigur hann.

 

Fýra tímar í fjósinum

Vit hava eisini skift orð við Per Eirik Húsgarð, sum kemur at festa garðin eftir pápan. 

Hann og daman, sum er Katrin Petersen, ættað av Tvøroyri, búgva í løtuni inni hjá pápanum í Syðrugøtu, men tey hava keypt húsini hjá abbanum í bygdini, sum skulu dagførast, áðrenn tey flyta inn. Tey eiga tilsamans trý børn, har tað yngsta er nýføðingur, sum kom í verðina hin 3. mai í ár.

- Eg starvaðist hjá P/F Mariu Poulsen í eini 8-9 ár, og her arbeiddi eg sum sølumaður. Um kvøldarnar og um vikuskiftini plagdi eg at hjálpa pápanum í fjósinum, men fyri trimum árum síðan gavst eg í starvinum í Havn og havi burturav starvast á garðinum.

Hann ásannar, at sum hálvvaksin var hugurin eitt skifti ikki so góður til garðin, tí tá vóru onnur áhugamál sum ítróttur og kanska konufólk, sum hann brosandi tekur til.

- Men, hugurin kom aftur, og nú eri eg ógvuliga spentur uppá garðin, og eg eri eisini eitt sindur ótolin eftir at festa garðin eftir pápan, ásannar Per Eirikur.

Hann sigur, at ein vanligan morgun, tá farið á bóndagarðin, tekur alt, sum skal gerast, einar fýra tímar, harav sjálv mjólkingin tekur hálvan annan tíma, tá tað gongur væl.

- Mjólkast skal tvær ferðir um dagin, so tað greitt, at hetta er meira enn eitt heildagsarbeiði. Vanliga eru bæði eg og pápin í fjósinum, og hann kemur onkuntíð eitt sindur seinni enn eg.

Hann sigur, at mjólkimaskinurnar á garðinum eru umleið 20 ára gamlar, og her kunnu teir mjólka seks neytum í senn við trimum settum.

- Mjólkimaskinurnar koyra á skinnarum, so hetta er væl lættari enn við gomlu skipanin, sum var undan hesari.  

Per Eirikur vísir á, at fjósið eisini hevur havt eina fóðurskipan, sum koyrir fóðurið eftir skinnara inn í fjósið, men tá skipanin var eini 20 ára gomul, var hon slitin og mátti takast niður aftur, tí tað loysti seg ikki at pjøssa upp á hana.

- Eftir hetta koyrdu vit fóðurið inn á trillubøru í eitt ár ella so, men hetta var ein vánalig skipan, sum eg ikki vil síggja aftur. Nú hava vit ein fóðurvogn, sum vit fylla fóður í og koyra inn í fjósið við. Byrjað verður innast í fjósinum, og síðan bakka vit vognin spakuliga úteftir gólvinum, meðan vit geva.

Hann sigur, at neyðugt er at fylla vognin tvær ferðir fyri at ambæta øllum mjólkneytunum.

- Vit hava ein minilessara, sum vit rópa tað, sum vit brúka, tá vit fylla fóðurvognin, og tað gongur bæði skjótt og væl at geva neytunum, leggur hann aftrat.

 

Vil byggja nýtt fjós

Tað er eingin ivi hjá Per Eiriki um, at tað rætta er at byggja eitt nýtt fjós Millum Fjarða, um garðurin skal halda fram við neytunum og mjólkini.

- Mjólkin er tað berandi. Eingin ivi um tað, men nú krøv koma um, at básafjósini skulu burtur, haldi eg tað einasta rætta vera at byggja nýtt.

Hann sigur, at fyribils tekningar eru gjørdar, men fjósið er ikki fínteknað, sum hann tekur til. 

- Eg ímyndi mær, at vit byggja eitt fjós, har pláss er fyri 72 mjólkneytum, ið er talið, sum ein mjólkirobottur klárar, og ætlanin er, at fjósið skal byggjast norðanfyri verandi fjós Millum Fjarða.

Per Eirikur væntar, at neyðugt verður við einari planering her á umleið 3000 fermetrar, tí vegur og tún skal verða kring alt tað nýggja fjósið.

- Okkum tørvar eina mjólkarkvotu, sum er umleið 400 tons meira enn tað, vit hava í dag. Verandi kvota er 226 tons, og haraftrat leiga vit 80 tons frá øðrum, sum ikki klára at brúka alla sína kvotu. 

Hann sigur, at ætlanin var at byrja útgrevsturin til nýggja fjósið í hesum árinum, men soleiðs verður helst ikki.

- Vanliga verða 60.000 krónur latnar í stuðli til hvønn básin, men hetta eru gomul tøl, sum ikki halda í dag, nú øll bygging er dýrkað. Soleiðis dekkar stuðulin ikki 50 prosent av íløguni, sum málið var, men her er eisini annar stuðul til eitt nú brunn og køstar, sigur hann.

Hann heldur, at tað er eitt sindur trupult at siga neyva kostnaðin av einum nýggjum fjósi, fyrr enn fíntekningarnar eru gjørdar, men hann ásannar, at hetta verður ein stór íløga.

- Men, eg eri positivur og bjartskygdur av lyndi, og eg trúgvi, at hetta er ein íløga, sum fer at loysa seg. Málið er, at garðurin skal geva so mikið av sær, at bæði vit, sum reka garðin og tey, sum hjálpa okkum, eitt nú sum avloysarar, skulu kunna fáa eina ordiliga løn, sigur Per Eirikur Húsgarð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

Tað verður Per Eirikur Húsgarð, sum kemur at festa garðin, tá tann tíðin kemur