Ætla at leggja 20 milliónir á borðið

Nú er røringur komin í í føroysku fíggjarverðini. Tveir risar í føroyskum vinnulívið eru farnir at ressast, og tað er nógv sum bendir á, at Tryggingarsambandið fær okkurt at hugsa um

 

Tað er nógv sum bendir á, at Tryggingarsamband Før oya noyðist at brynja seg til kapping.


Tí nógv tekin eru í luftini um, at eitt føroyskt tryggingarfelag, sum meir ella minni hevur ligið í dvala eina hálva øld, er á veg.


Tað eru tveir risar í føroyskum vinnulívið, sum eru farnir at ressast.


Tað eru nevniliga Føroya Banki, og Poul Mohr, sum skulu tryggja tað peningaliga grundarlagið undir teirri nýggju tryggingini.


Talan er um gamla tryggingarfelagið Trygd, ið varð stovnað í tríatiárunum, sum nú skal hava eina stóra, peningaliga innspræning.


Tað eru Føroya Banki, Tórshavnar Skipasmiðja, ella Poul Mohr, og onnur, sum eiga partafelagið trygd.


Tað hevur verið hopleyst at fáa viðmerkingar til framtíðarætlanirnar hjá Trygd.


Hvørgin stjóri í Føroya Banka hevur verið at hitta.


Nevndarformaðurin í Trygd, Poul Mohr, hevur heldur ikki verið at hitta. Tað hevur heldur ikki borið til at fáa orðið nevndarlimin, Agnar á Dul, ella á stjóran, Chr. andreassen, sakførara.


Chr, Andreasen kom í nevndina í fjør, men nú stjórin, Håkon Jacobsen fór frá fyri aldur, er sakførarin blivin stjóri.


Tað skilst, at hann bara skal verða stjóri fyribils, tí felagið er umskipað.


Poul Mohr kom í nevndina fyri nøkrum árum síðani, men bleiv nevndarformaður fyri einum mánaða síðani.



Brúka møguleikan


Tíðindi frá fólki, sum halda seg vita, siga, at ætlanin er at Trygd ætlar at brúka møguleikan, tað fekk, nú einkarrætturin hjá tryggingarsambandinum fall 1. januar í ár.tvs, at ætlanin er at gera Trygd til eitt veruligt tryggingarfelag, sum skal taka kapping upp við Tryggingarsambandið Føroya og at høvuðspartarnirr í hesum tryggingarfelag skulu verða føroya Banki og Poul Mohr.



20 milliónir á borðið


Leysatíðindi og ikki. Veruleikin er so, at Trygd hevur kallað saman til aðalfund í næstum.


Partapengarnir í Trygd eru 1 mllión


Á aðalfundinum er ætlanin at niðurskrivað C partabrøvini 180.000 krónur. Niðurskivingin skal til at betala hall, við tað at Trygd fráfellur krøv ímóti partaeigarum uppá 180.000, sum eru ógoldnir partapengar.


Men størsta málið á aðalfundinum er eitt uppskot frá nevndini um at hækka partapeningin sum eftir eru uppá 820.000, uppí 20,5 milliónir.


Tvs, at partapengarnir skulu hækkast 19.680.000 krónur.


Partaeigararnir, sum eru, skulu hava framíhjárætt at tekna partabrøv alt eftir, hvussu nógv teir eiga.


Somuleiðis er ætlanin at gera nýggjar viðtøkur fyri felagið og at gera nýggja endamálsgrein á aðalfundinum. Somuleiðis er ætlanin at tað framyvir skulu verða fimm nevndarlimir í Trygd, í løtuni eru teir bara tríggir.