Tað er eitt flogfar sum hetta Boeing 757 hjá Icelandair, sum nýggja flogfelagið leitar eftir

Ætlanin er at flúgva farm úr Føroyum í summar

Nýtt føroyskt farmaflogfelag: Vit eru kritiskir, tí vit vilja hava tað rætta flogfarið

Tað er eitt flogfar sum hetta Boeing 757 hjá Icelandair, sum nýggja flogfelagið leitar eftir

Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í flog­felagnum hjá Bakkafrost, sum skal flúgva laks til útflutning úr Før­oyu­m til USA.

 

Birgir Nielsen segði herfyri, at teir vóru heilt nær við at keypa eitt flogfar, og at ein fyribilsavtala varð gjørt.

 

– Ja, tað segði eg og so var. Men vit høvdu møguleika at trekkja okk­um, og tað gjørdu vit, tí vit vóru ikki nøgd­ir, sigur hann.

 

Slíkar avtalur eru fyri at binda selj­ara, meðan keypari rindar eitt dep­os­i­tum, sigur Birgir Nielsen, sum teir nú hava fingið aftur.

 

##med4##

 

– Vit hava ikki gjørt aðra slíka av­talu, nú fara vit bara víðari til tað næsta flogfarið. Vit eru so kritiskir, tí vit vilja hava tað rætta flogfarið, sum er best hóskandi til okkara end­a­mál, sigur hann.

 

– Ætlanirnar eru enn tær somu, og vit ætla framvegis at fara undir flúgv­ing í summar, sigur Birgir Nielsen.

 

##med2##

 

Flogfarið, sum leitað verður eftir, er eitt Boeing 757 farmaflogfar, sum tek­ur ímillum 30 og 35 tons av farmi.

 

Birgir Nielsen sigur, at ætl­an­ir­nar eru tær somu, sum tær vóru frá byrj­an. Flogfarið skal flúgva við laksi frá Bakkafrost úr Føroyum til New York fimm ferðir um vikuna. Flogfarið kann taka 30-35 tons av laksi, og longu framm­an­undan útflytir Bakka­frost 150 tons av laksi til New York um vikuna. Hesin laksur verð­ur fluttur við traialurum og skipi úr Før­oyum til London, har hann fer við flogfari til New York.

 

– Og her er nógv at spara hjá Bakka­frost, sum kann fáa laksin nógv skjót­ari fram til deildina hjá felag­num í New Jersey, sigur Birgir Niel­sen, sum sigur, at Bakkafrost áð­ur hevur víst á, at felagið fer at spara eini 45 til 50 prosent í CO2 við at flúgva fiskin beinleiðis úr Før­oy­um til New York í staðin fyri fyrst at flyta hann til London. Tað fer at hava stóran týdning fyri feskleikan hjá laks­inum, sum bara verður ein dag gamal, tá hann er í New York.

 

##med3##

 

Bakkafrost er høvuðspartaeigari í nýggja flogfelagnum og eigur meiri­lutan. Hinir partaeigararnir eru stigtakararnir Hans Meinhard á Høga­bóli og Heðin Krett, sum báðir eru flogskiparar og sum flúgva farma­­flogfør í Bahrain, Andrew Djur­huus, sum er flogmekanikari og hevur sítt egna virki, og so Birg­ir Nielsen, Cand Merc, sum millum ann­að hevur starvast í Betri Banka og verið nevndarformaður í P/F Betri. Í dag er hann stjóri í mekl­ar­a­fel­ag­num Nira og er bý­ráðs­limur í Tórs­havnar býráð fyri Fólkaflokkin.

 

Birgir Nielsen hevur áður sagt við Sosialin, at teir báðir flog­skip­ar­arn­ir fara at flúgva fyri fel­ag­ið, men at tað helst verður brúk fyri eini 10 flogskiparum afturat.

 

Tað er eitt flogfar sum hetta Boeing 757 hjá Icelandair, sum nýggja flogfelagið leitar eftir

Birgir Nielsen er stjóri í nýggja flogfelagnum, sum skal flúgva farm fyri Bakkafrost