Í 2009 arbeiddi Tórshavnar býráð við ætlan um at áseta gjaldsparkering. Hetta steðgaði tó upp orsaka av vantandi heimildum. Síðan hava fylgjandi býráð heitt á landsmyndugleikarnar um at fáa heimild at seta gjaldsparkering í verk. Seinast hetta varð gjørt var í 2021, tá eitt samt býráð enn eina ferð sendi áheitan til landsstýrið um at fáa hesa heimild. Júst hetta hava fylgjandi býráð gjørt, tí gjaldsparkering er eitt gott amboð til at skipa ferðsluna, at eggja til eitt burðardyggari ferðslumynstur og at fíggja betri parkeringsviðurskifti.
Inntøkurnar fara í parkeringsgrunn
Gjaldsparkering fer uttan iva at gera, at fleiri velja bussin ella súkkluna til framum bilin. Hetta vil harvið tálma nógvu ferðsluna, sum er í býnum í dag. Men hóast gjaldsparkering verður ásett, um vit fáa heimild til tess, verður tað mett, at parkeringsplássini í miðbýnum kortini fara at verða nýtt. Inntøkur frá hesum fara í parkerinngsgrunn, sum m.a. skal fíggja eina enn betri bussleið og betri parkeringsviðurskifti.
Parkeringsgjald fer eisini at eggja fólki at parkera nakað uttanfyri miðbýarkjarnina fyri síðan at taka bussin, ganga ella súkkla til miðbýin. Tað hevur við sær reinari luft og minni útlát í miðbýarkjarnuni.
Privatar parkeringsverkætlanir steðga upp orsaka av vantandi heimild
Síðstu árini hava bæði privatir aktørar og býráð kannað møguleikarnar at skipa betri parkeringsviðurskifti í býnum, eitt nú við parkeringstunli. Slík verkætlan er sera kostnaðarmikil, og tí fer einki vinnulív undir eina slíka verkætlan við gjaldsparkering, um tað er púra ókeypis at parkera á kommunalum parkeringsplássum.
Við vón um, at Tórshavnar kommuna fær heimildina, sum vit so leingi hava eftirspurt,
Elsa Berg
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu