Ætlar tú tær til Bretlands

Frá 2. apríl skulu allir danskir ríkisborgarar, sostatt eisini føroyingar, hava tað, ið verður rópt ETA-loyvi, sum er eitt stutttíðar innferðarloyvi.

Tíðindaskriv:

 

Lættasti mátin at fáa hetta loyvið er at taka appina UK ETA niður á telefonina hjá tær. App Store  Google Play

 

Tá ið tað er gjørt, fylgir tú bara leiðbeiningini, sum appin vísir á.

 

Á appini skal tú vátta tín samleika (identitet), svara nøkrum fáum spurningum og gjalda fyri umsóknina, umleið 12,50 evrur.

 

Tá ið tú søkir, er tað umráðandi, at tú hevur passið, atgongd til teldupost og gjaldskortið hjá tær við hondina.

 

Tú skalt millum annað taka mynd av tí persóni, ið søkir um ETA-loyvi og skanna passið.

 

Gev gætur, at tá ið tú skrivar navn ella bústað hjá tær, er neyðugt at nýta útlendskar bókstavir, t.d. skal Símun skrivast sum Simon og Heiðagøta sum Heidagota o.s.fr.

 

Øll, sum ætla sær til Bretlands, skulu søkja, eisini børn.

 

Tað ber væl til hjá sama persóni at søkja fyri onnur, og tá skal umsøkjarin sjálvandi hava passið og sjálvan persónin staddan hjá sær fyri at skanna passið og taka mynd av persóninum, ið skal hava ETA-loyvi.

 

Tá ið ETA-umsóknin er góðkend, fært tú váttan um umsóknina sendandi á t- postadressuna. Tað kann taka nakrar tímar ella so, til sjálvt ETA-loyvið kemur á t-postadressuna.

 

ETA-loyvið verður sjálvvirkandi skrásett í passinum, og tí er óneyðugt at útskrivað ETA-loyvi at hava við, tá ið tú fert til Bretlands. 

 

Á tí góðkenda ETA-loyvinum eru fýra (4) tey seinastu tølini á passinum hjá tær.

 

Tá ið tú kemur til Bretlands, verður passið skannað, og á skanningini kunnu myndugleikarnir síggja, at tú hevur góðkent ETA-loyvi.

 

Spurningar frá umsøkjarum verða svaraðir á telefon 220550.


Sí vegleiðing HER

 

Bretska konsulatið í Føroyum