Sunnudagur 31. mai
23.03: AF 447 fer úr Galleao flogvøllinum í Rio de Janeiro, við kós ímóti for Charles de Gaulle flogvøllinum í París.
Mánadagur 1. juni
02.33: Seinasta sambandi við flogfari, sambært brasilska flogvápninum
02.48: Flogfari fer av radaranum 350 kilometrar frá brasilsku strondini
03.00: AF 447 fer inn í øki, har ódnarveður er, sambært Air France
03.14: Fleiri sjálvvirkandi boð koma úr flogfarinum um trupulleikar við elektronikkinum
08:15: Air France ger av, at støðan er krittisk. Ætlanir verða gjørdar um krisusentur
10.10: Flogfari átti at lenda í Charles de Gaulle í Paris
10.35: Franskir flogmyndugleikar boða almenninginum frá, at AF 447 er burtur
11.17: Brasilska flogvápnið boðar frá, at fari er at leita eftir flogfarinum tætt við Fernando de Noronha oyggjarnar, sum hoyra til Brasiliu
11.36: Air France váttar, at felagið ongi tíðindi hevur frá flogfarinum
12.16: Franski orkumálaráðharrin sigur, at nú hevði onki brennievni verið eftir, og at mann nú kann rokna við tí ringasta. Hann staðfestir tó, at talan ikki er um eitt flográn
12.40: Brasilska flogvápnið boðar frá, at flogfari var komið langt inn yvir Atlantshavi, tá tað bleiv burtur
12.42: Air France váttar, at boð vóru komin um elektróniskar trupulleikar
13.13: Air France greiðir frá, at elekrónisku trupulleikarnir kunnu hava staðist av snarljósi
16.15: Boð koma, at størsti parturin av teimum 228 fólkunum eru úr Brasiliu, meðan fraklendingar og týskarar eisini eru umboðaðir
17.32: Talsmaður hjá Air France váttar, at 80 fólk eru úr Brasiliu og at týskarar, italiufólk, amerikanar, kinesarar, bretar og spaniólar eisini vóru við
17.51: Nicolas Sarkosy, franskur forseti, sigur, at møguleikin at finna fólk á lívi er »øgiliga lítil«
19.10: Air France leysgevur ferðafólkalistan, sum vísir, at tey flestu umborð vóru antin úr Brasiliu ella Fraklandi. 32 lond eru umboðað. Minst seks norðurlendingar vóru umborð
Týsdagur 2. juni
13.30: Vraklutir verða sæddir úr brasilskum flogfari 650 kilometrar í ein landnyrðing úr Fernando do Noronha oyggjunum
21.09: Brasilskir myndugleikar vátta, at vraklutir eru funnir
Mikudagur 3. juni
10.00: Almennur franskur serfrøðingur sigur, at vánirnar fyri at finna svørtu kassarnar ikki eru stórar, tí dýpið er stórt og botnurin óslættur
15.00: Brasilskur talsmaður hjá Air France greiðir frá, at vraklutir eru funnir í fleiri støðum, at onnur rúgvan av vraklutum er spreidd yvir ein radius á fimm kilometrar, og at hin bólkurin er 90 kilometrar sunnanfyri