Afgansk flóttafólk í Pakistan

Í juli 1996 vóru 36 afganisk flóttabørn handtikin í Pakistan, tí tey ikki høvdu lóglig pass. Tey vóru sett í varhald í Adiala fongsli, Rawalpindi. Nøkur vóru enntá ikki meir enn tólv ára gomul. Tey vóru afturhildin ímillum eina til nýggju vikur. Tey sótu innanfyri klivarnar allan dagin, burtursæð frá tveimum tímum, inntil foreldur teirra kundu keypa tey leys.

Tey síðstu 15 árini hava fleiri hundrað túsund Afganskar familjur flýggjað undan borgara-krígnum í landinum. Nógv eru flýggjaði til Pakistan, men hóast hetta er ikki vist at umstøðurnar gerat betur. Vaktirnar við markið mugu ofta mutrast, ring er at sleppa til flóttafólka legurnar og á legunum er ofta ringt skil. Tað er ikki nóg mikið av mati og heilivági at nøkta tørvin.

Afgansk flóttarfólk, eisini børn, eru ofta afturhildin tí tey ikki hava pass ella samleikaprógv. Peningur verður kravdur afturfyri at tey skulu leyslatast, klára familjurnar ikki at gjalda mutrið verða tey ákærd fyri ólógliga at uppihalda sær í landinum. Tey skulu fáa samleikaprógv ella pass. Hetta kostar nógv, í hvussu er meir enn ein flóttafamilja megnar at gjalda. Børn gerast ofta høvuðsmálið hjá løgregluni, tí teir vita at afganskar familjur vilja gera alt fyri at børnini verða leyslatin.

Grundleggjandi rættindini hjá flóttar børnum eru vard við tveimum altjóða sáttmálum. ST sáttmálin frá 1951og dagførdur 1967 um flóttarfólk, og ST sáttmálin frá 1989 um rættindi hjá børnum. Umframt hetta staðfesti UNHCR í 1994 at, tað at afturhalda flóttarfólkum einans kann verða nýtt sum seinasti møguleiki, tá ið allir aðrir møguleikar eru troyttir. Her eru standardir, ið skulu verða hildnir. Børn skulu t.d. hava frítt at spæla og útbúgva seg.

ST sáttmálin um rættindi hjá børnin sigur, at um børn verða sett føst skal einans nýtast sum seinasti møguleiki og so stutt sum gjørligt. Serligt fyrilit skal verða tikið tá talan er um børn. Pakistan setti ST sáttmálan um rættindi hjá børnum í gildi 1990, men tað er greitt at landið ikki livur upp til hetta tá talan er um Afgansk flóttarbørn.

Bræv at senda pakistansku myndugleikunum har tú mótmælir viðferðirni av pakistansku flóttabørnunum og har tú biðir myndugleikarnar um beinanvegin at seta altjóða samtyktirnar, ið landið hevur undirskriva viðvíkjandi rættindum hjá flóttabørnum í gildi.


Your Excellency

I am writing to you, because I am concerned about the safety of Afghan refugee children. I Sincerely aks you to take immediate steps to safeguard the rights of Afghan refugee children and furthermor to see that no Afghan refugee children are put in detention in contravention of international standards. And to comply with the provisions of UN Convention on the Rights of the Child, which it has ratified.

I also urge you to ratify and implement the 1951 UN Convention relation to the Status of Refugees and its 1967 Protocol.


Sincerely


???????????????????????


Skriva til

Prime Minister Nawaz Sharif

Office of the Prime Minister

Islamabad

Pakistan


President Farooq Leghari

Office of the President

Aiwan-e Sadar

Islamabad

Pakistan