ÚTLAND
Fartekst
Seinastu tríggjar mánaðarnar hava afghanar fingið meira enn 200.000 tons av mati og aðrari neyðhjálp. Umleið tveir triðingar av hjálpini er komin úr USA.
Matvøruhjálpin hjá ST, WFP, hevur lagt flutningin og býtið til rættis, og hetta hevur verið tað truplasta og vandamesta arbeiðið, sum WFP hevur havt, síðani deildin varð skipað fyri 40 árum síðani.
Neyðhjálpin til Afghanistan hevur verið støðugt veksandi, síðani kríggið byrjaði eftir yvirgangsatsóknirnar í USA tann 11. september í fjør. Longu í september komu 11.000 tons av mati og øðrum neyðsynjarvørum til Afghanistan, í oktober var nøgdin 27.000 tons, í november 55.000 tons, og í síðsta mánað vórðu heili 116.000 tons av neyðsynjarvørum send til tað illa stadda landið.
Umframt mat og aðrar neyðsynjarvørur hava afghanar fingið umleið 20.000 útvarpstól. Tey eru komin úr USA, men talsmaðurin hjá amerikanska hjálparstovninum USAID sigur, at ætlanin við tólunum var ikki at lata afghanar hoyra amerikanskar propagandasendingar um kríggið ímóti Taliban og al-Qaeda. Tvørturímóti skuldu útvarpstólini gera tað møguligt hjá fólki at frætta tíðindi um hjálpartiltøk og støðuna í landinum, eins og fleiri sendingar um heilsumál hava verið á skránni.
Færri flóttafólk
Ein orsøk til at veturin ikki er vorðin tann vanlukkan, sum fólk og felagsskapir stúrdu fyri, er, at talið á afghanskum flóttafólkum er ikki so stórt sum upprunaliga hildið. ST roknaði í september við, at umleið hálv onnur millión fólk fóru at flýggja orsakað av krígnum, men sambært amerikanska uttanríkisráðnum eru flóttafólkini um 150.000 í tali.
Her er bert talan um teir afghanararnar, sum flýddu heiman, men sum tó ikki rýmdu av landinum.
Talið á afghanskum flóttafólkum, sum fóru til grannalondini og serliga Pakistan, er nógvar ferðir størri.