Tað er ikki á hvørjum degi, at kvinnur ganga mótmælisgongu í Afghanistan, men í dag vóru umleið 100 kvinnur í gøtunum í Kabul og mótmæltu, at ein 22 ára gomul kvinna bleiv avrættað herfyri, eftir at hon var vorðin skuldsett fyri at hava verið manni sínum ótrúgv.
Mótmælisgongan endaði uttan fyri ta væl vardu forsetaborgina hjá Hamid Karzai, har kvinnurnar kravdu, at rættindini hjá kvinnunum verða vird.
Afghonsku myndugleikarnir hava fordømt tilburðin við teirri 22 ára gomlu kvinnuni. Hon bleiv skotin í einari bygd henhendis Kabul, meðan umleið 150 fólk stóðu og hugdu at, og ein sjónbandsupptøka av hendingini er farin um allan heimin.
Millum kvinnurnar, sum mótmæltu í Kabul í dag, var tann 15 ára gamla Sahar Gul (myndin), sum bleiv bjargað í desember í fjør, eftir at hon hevði verið fangi í einum kjallara í fleiri mánaðir, har hon hevði fingið sera ringa viðferð frá sínum verforeldrum.