FC Suðuroy hevur fingið samstarv í lag við ghanesiska David Asare. Hann verður við, tá næstbesta liðið hjá HB vitjar í Vági í morgin. Hann er 19 ára gamal og spælir á miðvøllinum.
Asare hevur fyrr royndavant við donsku AaB og Horsens. Hann fekk ikki sáttmála, og fer tískil at royna seg í føroysku fótbóltskappingini.
FC Suðuroy vann 3-1 á næstbesta liðnum hjá NSÍ í fyrsta landskappingardystinum síðsta vikuskiftið.