Aftaná stormin kemur kavin

Stormurin hæsar av seinnapartin, men í kvøld fer væntandi at kava

Veðrið í dag

Skrið ella stormur av suðri, 20 til 25 m/s, og regn. Í hvirlunum kolandi stormur, 29 m/s, ella ódn, 33 m/s. Skýggjað og regn. Seinnapartin fer hann í ein útsynning og makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Í dag 5 til 8 stig, men frá í kvøld minkar hitin niður í frostmarkið.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann í vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vetraræl, sum frá líður yvirhøvur sum kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin um dagin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig, í støðum enn kaldari.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, um náttina øtlar hann í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 hitastig og 2 kuldastig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina øtlar hann vindin upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.