Sum ein onnur havfrúgv fer báturin strúkandi heim aftur. Hvørvur hálvur viðhvørt. Viðhvørt er bara masturin undan. So aftur allur kroppurin. Kemur líkasum upp at forvitnast eftir, hvussu vorðið man vera. Man nakað vera at síggja? Ella er bara frægast at vera undir?
Grindaboðini komu um telefonina. Soleiðis hevur mangan verið fyrr, men ikki altíð eydnast kortini at finna tað, boðað er frá. Heldur ikki hesaferð.
Boðini komu kortini kki sum hjá Jákupi á Møn, tá nógvur roykur var. Nú verður ikki glaðað meira. Nú koma boðini umvegis fartelefon ella e-mail. Eisini grindin er moderniserað.
Og uppi á landi fylgja tey eisini við. Tað er skjótt, at fólk og bilar eru á ferð. Tað gongur skjótari nú, enn hjá Ketli gamla á sinni. Nú fer eingin til gongu í grind meira. Nu er tað við bili. Og teir flyta seg skjótt. Røðin verður heilt long eftir bara nøkrum fáum minuttum.
Øll vilja vita, hvussu vorðið er. Og ber so til at fáa part, er tað eisini í lagi.
Men viðhvørt sleppur grindin.