Tvær ferðir hetta kappingarárið koma kvinnurnar hjá StÍF at bíða í fimm vikur áðrenn tær sleppa at spæla ein dyst aftur. Fyrru ferð var áðrenn nýggjár, og seinna ferðin verður nú. Strandakvinnur taptu 18-32 (6-19) ímóti Neistanum í Faxe Kondi kappingini. Hetta hendi í dysti í bólki 1, sum var spældur í høllini á Skála í kvøld.
Kvinnurnar hjá StÍF hava ikki dyst aftur, fyrrenn 5. mars, tá tær taka ímóti VB í dysti í hvonndeildini. Pole Hansen, venjari hjá StÍF heldur, at tað er langt úti, at hansara lið á øðrum sinni skal uppliva at sita yvir í langa tíð. Og Pole Hansen var sera bersøgin, tá Rás2 fekk orðið á hann fyrr í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Pola Hansen fyrr í kvøld.