Aftur ein bumba funnin í USA

Minni enn eitt samdøgur eftir at ein bumba varð funnin í einum bili á Manhattan í New York, er ein bumba funnin í býnum Pittsburgh í statinum Pennsylvania. Blaðið Huffington Post skrivar, at bumban lá í einum mikrobylgjuovni, sum stóð tætt við ein veg, har fólk skuldu renna marathon.

Løgreglan avbyrgdi alt fyri eitt økið, og teir umleið 5.000 rennararnarnir fingu boð um at fara ein annan veg. Ein serligur bumbuvognur oyðilegði síðani bumbuna.

Pennsylvania er grannastatur hjá New York, men tað er ikki greitt, um bumban á Manhattan og tann í Pittsburgh hava nakað við hvør aðra at gera.