Aftur eitt spor í Madeleine-málinum

Portugisiska løg­reglan hevur funnið hár, hvørs DNA eru átøk teimum hjá Madeleine McCann

Løgreglan fann leivdir av húð og hári uppi á klæðum, sum lógu í einum posa, sum løgreglan fann við eitt møti­pláss nærhendis flog­vøll­inum í Faro fyri 14 døgum síðani, skrivar bretska blað­ið DailyTelegraph.

Húð- og hárleivdirnar eru nú kannaðar, og rann­sóknar­stovan fann DNA, sum lut­víst samsvarar við DNA hjá Madeleine McCann.

Talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitc­hell, vil ikki gera nakrar við­merkingar til tíðindini úr Portugal, men ein vin­maður hjá hjúnunum sigur við Daily Telegraph, at Kate og Gerry McCann eru fegin um tíðindini.

- Hetta vísir eftir teirra tykki, at tann, sum burtur­flutti Madeleine, tveitti hesi klæðini frá sær á vegnum úr Pria Da Luz, sigur vin­maðurin við blaðið.