Aftur eldur í klædnavirki

Í nátt kom eldur í ein bygning við fleiri klædnavirkjum í høvuðsstaðnum í Bangladesh, Dhaka. Tíðindatsovurnar skriva, at bygningurin er í tólv hæddum, og at eldurin kyknaði á triðju hædd.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur í morgun, at sløkkiliðið hevur fingið tamarhald á eldinum. Hinvegin dugir hann ikki at siga, um tað eydnaðist øllum at sleppa út úr húsunum, áðrenn eldurin breiddi seg.

-Vit halda, at tey flestu sluppu út, sigur talsmaðurin, Nisharuk Arif, við tíðindastovuna AFP.

Gjáranátina doyðu 110 fólk, tá eldur kom í eitt klædnavirki uttan fyri Dhaka (myndin). Umleið 4.500 klædnavirki í Bangladesh seyma klæðir til vesturlendskar handilsketur, og arbeiðsumstøðurnar eru í nógvum førum vánaligar.