1. mai vóru 48.869 føroyingar. Hetta eru 118 fleiri enn 31. desembur 2008 Fólkatalið 1. mai 2009 var 48.869, ið er stórsta talið av fólki í Føroyum nakrantíð. Gongdin í fólkatalinum í 2008 og fyrstu fýra mánaðirnar av 2009 vísir ein vøkstur ið byggir á burðaravlop og størri tilflyting enn fráflyting, undantikið august mánaða ið altíð er tann stóri fráflytingar mánaðin, tá tey flestu við útbúgvingarørindum flyta av landinum.
Fólkatalið hevur annars verið vaksandi síðan kreppan í hálvfemsunum hasaði av, undantikið 2005 tá ein minking var í fólkatalinum.
- Nú fíggjarkreppan ger um seg og arbeiðsloysið er vaksandi kann tað undra, at fólkatalið er vaksandi. Higartil hevur fráflytingarmynstri frá kreppuni í hálvfemsunum ikki endurtikið seg og hvat verður kann bert framtíðin vísa, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.