Aftur í nátt hevur løgreglan gjørt ferðslumátingar millum Fjarða.
Seinastu vikurnar hevur løgreglan staðið har mest sum hvørt kvøld og nátt og gjørt ferðmátingar, og hvørja ferð er tað onkur, sum verður tikin fyri at koyra ov skjótt.
So var eisini í gjár.
Tveir mans fingu klipp í kortið. Annar koyrdi 122 kilometrar um tíman, meðan hin koyrdi 105 kilometrar um tíman, sigur løgreglan.