Amerikanska veðurstovan ávarar nú um, at eitt lágtrýst við vindi og nógvum regni og kanska eisini kava kann fara at gera um seg við amerikonsku eysturstrondina um nakrar dagar.
Sambært teimum seinastu forsagnunum verður illveður týsdagin ella sama dag, sum forsetaval er, og hetta hevur fingið fleiri at spyrja, um tað ikki er best at útseta valið. Tað er kortini ikki serliga sannlíkt.
Sum skilst rakar illveðrið fleiri av teimum økjunum, sum eru illa fyri aftan á tann tropiska stormin Sandy. Veðurmenninir siga, at veðrið verður ikki so ringt sum tá, men kortini nóg ringt til at gera støðuna verri, enn hon longu er.
Fleiri hundraðtúsund fólk hava framvegis ikki fingið streymin aftur, og 18.000 fólk halda til í serligum neyðskjólum hjá Reyða Krossi.