Aftur innbrot eftir rúsdrekka í Havn

Løgrelgan hevur spor at ganga eftir

savnsmynd

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í skeinkistaðið Mikkeller í Gongini í Havn. Tjóvarnir hava brotið ein rút fyri at sleppa inn.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at eingin er tikin fyri innbrotið, men at løgreglan hevur spor at ganga eftir. 

– Vit høvdu ynskt, at hesi støðini høvdu vakmyndatól, tí so var tað munandi lættari at finna út, hvør tað er. Ofta eru tað tey somu fólkini sum ganga aftur, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at í hesum føri hava tey tryggja sær spor, sum tey vóna fer at føra til, at tey finna tann ella tey, sum hava framt innbrotið.

Har var stolið nakað av rúsdrekka, sigur hann.

 

 

savnsmynd