Tá ótti dikterar politikkin – eitt svar til Sjúrð Skaale

Av John Ivar Venned

 

Í politiska orðaskiftinum, bæði í Føroyum og í Vesturheiminum annars, síggja vit ein óhugnaligan tendens. Politikarar sum Sjúrður Skaale hava gjørt tað til sítt vørumerki at umseta ein veruligan ótta fyri yvirgangi og ófriði til eitt einfaldað og diskriminerandi mentanarstríð.

 

Sjúrður Skaale er ein dugnaligur talari. Men hyggja vit handan tær bókmentaligu tilvísingarnar, síggja vit eitt mynstur av politiskari opportunismu.

 

Tann strategiska vekingin og skuggin av lobbyismu

 

Tað er vert at leggja merki til ta bráu broytingina hjá Sjúrða Skaale. Áðrenn 2024 fyltu kristin súmbolir og sivilisatiónsstríð púra lítið í hansara retorikkið. Hann hevur enntá úttalað, at hann ikki er talsmaður fyri kristindóm í Føroyum.

 

Men í 2024 hendi okkurt. Sjúrður Skaale helt sína nú gitnu brandtalu um Ísrael sum "lyktapelan". Henda talan opnaði hurðar fyri honum. Stutt eftir bleiv hann – saman við profilum frá danska høgravonginum – boðin við á eina sokallaða "indflydelsesrejse" til Ísraels.

 

Samanfallið er áhugavert. Vit vita, at sionistiskir lobbyfelagsskapir sum ELNET og Dansk Zionistforbund arbeiða systematiskt við at flúgva politikarar til Ísraels fyri at skapa "strategisk partnaraskap". At Sjúrður Skaale, eftir sína retorisku høgravending, nú ferðast í somu ringum sum tann harða kjarnan av donskum virðiskríggjarum, ger tøgnina um hesar ferðir mistonkiliga.

 

Tá fólkavald fara á fyriskipaðar túrar til eitt krígsherjað øki, goldið fyri av áhugabólkum, er opinleiki ein demokratisk skylda. At almenningurin onki hoyrir, alt meðan politikkurin hjá Skaale flytur seg so radikalt frá pragmatismu til religiøst mentanarstríð, fær tað at líkjast einari koordineraðari ávirkan heldur enn persónligari sannføring.

 

Dómadagsprofetiin: Ein vandamikil alliansa

 

Avleiðingin av hesum hamskifti er týðilig. Nú verður Sjúrður Skaale fagnaður av føroyskum sionistum og boðin at halda fyrilestrar á kristnum legum – støð, har stuðulin til Ísrael ofta er fløktur saman við bíbilskum dómadagsprofetium.

 

Nógvir kristnir evangelikarar stuðla ikki Ísrael fyri demokratiið, men tí tey droyma um eina tíð, har hitt triðja templið er bygt, so Jesus kann koma aftur og jørðin ganga undir. Í hesi heimsmyndini eru jødarnir bert instrumentir, og palestinar eru forðingar, ið skulu ruddast av vegnum.

 

Tá Sjúrður Skaale allierar seg við hesar kreftir, verður hann í veruleikanum talurør fyri eina religiøst ekstremistiska rørslu, har endamálið halgar gerðina – sjálvt tá gerðin er týning.

 

Dupultmoralurin: Respekt fyri tí eina, blindni fyri tí øðrum

 

Tá tað kemur til Russland, skal Sjúrður Skaale hava rós fyri sína greiðu, humanistisku støðu. Í einum nýligum innleggi kallar hann tað, Russland ger, fyri "tann helvitis djevulskap", hann ávarar ímóti naiviteti yvirfyri russiskari njósning, og hann fagnar teimum føroysku hermonnunum við frontin í Ukraina. Her vísir hann tað moralska kumpassið, vit hava brúk fyri: Aggressión, herseting og álop á sivil skal fordømast konsekvent, sjálvt um tað kostar okkum fíggjarliga.

 

Men júst tí ljóðar tað so hult, tá vit venda blikkið móti Gaza.

 

Her hvørvur fordømingin av "djevulskapinum". Her verður fólkarætturin knappliga til eina "grásonu". Tá Ísrael bumbar skúlar og sjúkrahús, tosar Sjúrður Skaale um tað sum "neyðugt" og "lyktapelin hjá demokratiinum". Hann demoniserar palestinar sum eina "deyðskult", meðan hann verjir gerðir í Gaza, sum hann við allan rætt hevði kallað barbariskar í Ukraina.

 

Um mann er ímóti herseting, má mann vera tað allastaðni.

 

Mentan er ein á, ikki ein borg

 

Sjúrður Skaale sigur, hann elskar friðin við okkara jólahaldum og Ólavsøku, og at hann ikki vil liva í einum landi merkt av ótta. Tað vil eingin av okkum. Men hann gloymir, at tann mentan, vit njóta gott av, ikki er uppstaðin í einum vakuumi.

 

Vit njóta dagliga gott av tingum frá nógvum ymiskum mentanum, herundir bæði tí jødisku og tí muslimsku.

 

Tá vit halda frí í vikuskiftinum og lata friðin valda, byggja vit á ta jødisku siðvenjuna um hvílidagin – prinsippið um, at menniskjað er meira enn bara arbeiðskraft.

 

Tá vit sita á Ólavsøku og drekka okkara kaffi, njóta vit eina uppfinning úr tí muslimska heiminum. Okkara talskipan, partar av okkara vísindum og heilivági – fundamentið undir tí modernaða Skandinavia er stoypt við vitan úr øllum heiminum.

 

Mentan er ikki ein borg, mann skal verja móti tí fremmanda; tað er ein á, sum verður størri, tá hon rennur saman við øðrum. Vit varðveita ikki friðin við at byggja múrar, men við at minnast til, at vit hanga saman.

 

Eitt skot í fótin

 

Tí er hansara uppskot um forboð móti moskum og turrklæðum miseydnað. Hansara pástandur um, at eitt slíkt forboð "ikki ávirkar eitt einasta menniskja í Føroyum", er naivur.

 

Fyri tað fyrsta veit hann ikki, um tað búgva muslimar í Føroyum – kanska tí eingin torir at standa fram í eini tjóð, ið er merkt av vaksandi islamofobi.

 

Fyri tað annað er hetta at skjóta seg sjálvan í fótin heldur enn at binda um heilan fingur.

 

Um mann trýr uppá, at menniskju vilja hvørjum øðrum tað besta, og at øll hava okkurt at bjóða uppá, er tað óskilagott at nokta milliardum av menniskjum atgongd til okkara samfelag upp á forhond, aleina baserað á óttanum fyri, at teirra mentan er líka við tann harðskaap, vit hava sæð í 9/11, Bataclan og Sydney.

 

Tað svarar til, at Tailand skuldi forboðið kirkjur og krossar vegna Breivik, Hitler og aðrar sokallaðar "kristnar" psykopatar. Tað hongur ikki saman.

 

Sjúrður Skaale má ásanna, at eftirlit og trygdarprosedurir tíverri eru ein veruleiki í okkara tíð orsakað av ekstremistum. Tað hvørvur ikki við at forbjóða turriklæði. Men harafturímóti fara forboð at ávirka tey næstu ættarliðini negativt við at sáa split. Friður verður ikki tryggjaður gjøgnum útihýsing.

 

Hetjan eitur Ahmed

 

Sjúrður Skaale vil fegin brúka sorgarleikir sum yvirgangsálop til at mála eina mynd av "muslimum móti Vesturheiminum". Tað er satt, at gerningsmenninir eru ekstremir islamistar. Men Sjúrður Skaale gloymir tilvitað hina helvtina av søguni.

 

Við nýliga álopið í Sydney var ein av teimum hetjunum, ið við lívinum sum innsats taklaði og avvápnaði terroristin, ein muslimskur maður, ið eitur Ahmed al-Ahmed. Hann yvirlivdi tíbetur, men hansara gerð knúsir argumentið hjá Sjúrða Skaale.

 

Ein muslimur steðgaði einum islamisti fyri at bjarga jødum. Konfliktin stendur ikki millum kristin og muslimar. Hon stendur millum ekstremistar, ið vilja spjaða deyða, og humanistar – sum Ahmed – ið vilja bjarga lívum.

 

Átrúnaður sum maktamboð – óansæð trúgv

 

Sannleikin er, at fundamentalisma altíð er ein hóttan, óansæð átrúnað:

 

  • Kristin ekstremisma: Í Føroyum hava konservativ kristin í áratíggju stríðst ímóti kvinnuligum sjálvsræði, umframt rættindunum hjá ikki-heteroseksuellum og ikki-cis-kyndum.
  • Zionistisk ekstremisma: Í Ísrael rættvísgera átrúnaðarligar búsetarar útihýsing við ávísing til Gud.
  • Islamisk ekstremisma: Taliban og terroristar misnýta islam til kúgan.
  • Buddhistisk ekstremisma: Í Myanmar hava munkar staðið á odda fyri etniskari útreinsing móti muslimska minnilutanum.

 

Mynstrið er greitt: Vit skapa eitt helviti á jørð fyri "hini", tá vit saman kunnu deilast um tað, sum kundi verið ein himmalsk jørð fyri okkum øll.

 

Føroyska leiðin: Demokrati, ikki diskriminatión

 

Vit skulu ikki lata okkum lumpa av ræðumyndunum hjá Sjúrða Skaale úr Svøríki. Hann tekur feil í sínari analysu. Trupulleikarnir í Svøríki skyldast ikki islam, moskum ella burka. Teir skyldast einum miseydnaðum integratiónspolitikki, har mann hevur stúvað fólk saman í betong-økir uttan mál og arbeiði. Tað skapar bandar og lógloysi – óansæð átrúnað. Loysnin uppá eitt miseydnað politiskt prosjekt í Svøríki er ikki at avmarka frælsið í Føroyum.

 

Vit skulu hyggja at nýliga sigrinum fyri abortlógini í Føroyum. Her vann sekuler humanisma á átrúnaðarligari konservatismu – ikki gjøgnum hatur ella forboð, men gjøgnum demokratiskt orðaskifti. Tað er rætti mátin at vinna virðisstríðið.

 

Hagtøl og royndir vísa nevniliga, at diskriminerandi lóggáva ger isolatiónina av minnulutum verri. Tá trúarsamfeløg kenna, at tað er "vit ímóti samfelagnum", verður jørðin tøða fyri júst teirri ekstremismu, vit vilja unnganga. Vit berjast ikki móti radikalisering við at skumpa fólk frá okkum, men við at insistera uppá, at demokratiið er fyri øll.

Friðarlig mótmæli – ikki jødahatur

 

Sjúrður Skaale kallar allan kritikk av Ísrael fyri antisemitismu. Tað er skeivt. Vit skulu kunna vísa lit í virðisstríðnum uttan at hata.

 

Gjøgnum friðarligt boykot av Eurovision, vørum sum t.d. SodaStream og tech-gigantum sum Spotify, hvørs (fyrrverandi) eigari ger ílegur í AI-vápn til krígsførslu, kunnu vit siga frá yvirfyri teimum, ið fíggja kríggið. Tað er eitt legitimt, friðarligt mótmæli.

 

Tað er nakað heilt annað enn at vilja forjóða kippa ella Dávidsstjørnuna. Tað hevði verið diskriminatión, og tað skulu vit aldri góðtaka. Ein lyktapeli, ið kastar bumbur yvir sivil, er ikki eitt ljós í myrkrinum – og vit hava rætt til at steðga við at betala fyri streymin.

Vel dirvið

 

Sjúrður Skaale bjóðar ein politikk, ið byggir á ótta fyri tí fremmanda.

 

Mítt svar er tað øvuta. Vit skulu insistera uppá eitt samfelag bygt á opinleika, upplýsing og eina konsekventa, alheimsgilda humanismu. Í 2026 eiga vit ikki at óttast heimin; vit skulu møta honum við okkara sterkasta vápni: Demokrati og mannarættindi fyri øll.