Aftur á kósina

Oddagrein:

CEH skútan er komin aftur á kósina, og við hesum endaði so enn ein partur av tí margháttliga politiska glantrileiki, sum ein undrandi tjóð hevur verið áskoðari til nú í fleiri vikur. Løgmaður velur enn einaferð at royna minnilutasamgongu við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki. Við hesum er Sjálvstýrisflokkurin farin inn aftur í sín gamla leiklut sum kittið í føroyskum politikki.

 

Tað er ikki torført at síggja, hvat ið stygdi teir stóru andstøðuflokkarnar burt. Teir fingu ikki reina talvu, og verandi samgongustøði er sjálvsagt ov radikalt til hesar flokkar. Nú verður so stýrt eftir upprunaliga stjórnargrundarlagnum, CHE samgonguskjalinum. Skal hetta skjal við blokkniðurskurði, stórum ætlanum og samfelagsbroytingum, fremjast í verki, so letur hetta seg valla gera uttan skatta- og avgjaldshækkingar og/ella skerjingar innan almenna sektorin. Til heystar, tá fíggjarlógin skal gerast, kemur minnilutasamgongan at standa sína roynd. Tað verður spennandi at síggja, um Sjálvstýrisflokkurin fer at vilja rinda prísin fyri sín part av valdinum. Landsstýrisfólk hava meldað út, at við komandi fíggjarlóg skulu vallyftini hjá samgonguflokkunum innfríast. Hetta kann valla fremjast við verandi inntøkustøði, og hetta má so alt annað líka koma at merkjast hjá borgaranum. Henda støða merkir ongan politiskan trupulleika fyri Tjóðveldi og Miðflokk, tí veljarar teirra vita, at tann politikkur, teir stuðla, merkir øktar fíggjarligar byrðar, um almenna tænastustøði skal varðveitast.

 

Hjá Javnaðarflokkinum er støðan ikki so einføld, og spurningurin er, hvørt hansara veljarar yvirhøvur taka undir við tí politikki, sum er settur út í politiska kortið við CHE skjalinum. Flokkurin er ikki loysingarflokkur, og tí kann tað hugsast, at veljarar floksins eru ivandi um CHE projektið. Í gjár varð upplýst, at tað í meðal er vorðið 3000 kr. dýrari um mánaðin at liva hjá einum vanligum húsarhaldi. Føroyskir pensjonistarnir eiga illa nokk fyri mat, og eingi tekin eru um, at samgongan hevur nakra ætlan um at lætta teimum um gerandisdagin. Javnaðarflokkurin skuldi verið verjin hjá teimum samfelagsbólkum, ið nú verða raktir av øktum livikostnaði. Kann tað ikki hugsast, at tað er her ein orsøkin til minkandi undirtøku Javnaðarfloksins skal finnast. Ein so stór afturgongd, sum tann seinasta veljarakanningin avdúkar, kann valla forklárast bert við at vísa til klandrið innanfloks. Tað er væl skiljandi, at løgmaður og formaður Javnaðarfloksins forklárar afturgongdina út frá klandrinum innanfloks. Men er hetta ikki er at undirmeta egnar veljarar og almenning? Løgmaður hevur við at velja minnilutasamgonguna átikið sær eina stóra og trupla uppgávu: hann skal tryggja ein politikk, sum Tjóðveldi, Miðflokkur og Sjálvstýrisflokku kunnu góðtaka, samstundis sum hann skal fáa tey fráfalnu í egnum fylgi aftur í rætt. Eingin øvundaverd støða!