Aftur klipt nummarplátur í nátt

Løgerglan hevur aftur í nátt verið úti og klipt nummarplátur

Hesaferð var tað í Eysturoynni, og har vóru sjey sett av nummarplátum tiknar.

Í Klaksvík var eitt lítið ferðsluóhapp um 11 tíðina uttan fyri FK. Har var lítil materiellur skaði og eingins fólkaskaði, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Annars eitt friðarligt samdøgur í so máta, verður sagt av politstøðini.