Jóan Símun skoraði hattrick í steypakappingini

Shkupi vann seg trygt víðari í norðurmakedonsku steypakappingini

Jóan Símun Edmundsson gjørdi veruliga vart við seg í norðurmakedonsku steypakappingini fyrr í dag.

 

Á útivølli vunnu Jóan Símun og liðfelagarnir í Shkupi stórsigur, 8-0 á Xhepcishti. Í steðginum var Shkupi á odda 4-0.

 

Áðrenn ein hálvur tími var leiktur av dystinum hevði Jóan Símun longu skotið hattrick. Jóan Símun legði Shkupi á odda 1-0 longu í 6. minutti. Í 24. og í 28. minutti økti Jóan Símun til 3-0 og til 4-0.

 

Komandi sunnudag spælir Shkupi dyst móti Struga á útivølli í bestu norðurmakedonsku deildini.