Aftur konsert í Fuglafirði

120 ungdómar, sum eru á venjingarlegu í Fuglafirði, bjóða seinnapartin sunnudagin til konsert

Síðsta vika og vikuskifti vóru í Fuglafirði merkt av, at har var mentanarvika við hópin av tiltøkum - ikki minst konsertum. Longu aftur hetta vikuskifti er nógv lív aftur í tónleikalívinum í býnum. Gongur tú ein túr ígjøgnum Fuglafjørð skalt tú næstan rokna við at síggja eitt barn koma rennandi við eini floytu, klarinett, horni ella onkrum øðrum blásiljóðføri. Orsøkin er tann, at musikkskúlalærararnir skipa fyri orkesturvikuskifti fyri blásiljóðfør.

 

Eini 120 børn, ið spæla hesi ljóðføri, savnaðust kl. 10 leygarmorgunin saman við umleið 15 musikk­skúlalærarum í skúlanum í Fuglafirði, har tey halda til hetta vikuskiftið. Tey eru býtt í tvey orkestur á umleið 60 tónleikarar. Annað orkestrið venur í Mentanarhúsinum og hitt í  fimleikarhøllini í skúlanum. Matin fáa tey í kirkjukjallaranum, so tað ber til at siga, at her hava allar góðar kreftir tikið seg saman soleiðis, at stevnan verður so væl eydnað sum møguligt.

 

Í morgin - sunnudagin kl 15 - verður konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði, har høvi verður at hoyra úrslitið frá venjingnum hesar dagar. Tað kostar einki at fara í mentanarhúsið seinnapartin sunnudagin, og fyrireikararnir siga, at øll eru væl komin.