Fyr einari viku síðan lupufýra ungir menn á ein 77 ára gamlan mann, sum samlaði fløskur í miðbýnum. Álopið hevur fingið nógv at øtast við, tí sambært politinum var tað ómotiverað, og tað hendir ikki ofta. Men longu nú bara eina viku seinni, er eitt líknandi álop hent - har ein eldri verður álopin av onkrum yngri.
Tí um trý tíðina í nátt legði ein ungur maður undir 20 ára aldur á ein eldri mann, sum er um 55+ ára aldur. Ungi maðurin slóð hann í Steinatúni. Álopni maðurin bleiv koyrdur á skaðastovuna, har hann bleiv kannaður av lækna.
Gerningsmaðurin gongur enn leysur, men politiið veit væl, hvør viðkomandi er, tí talan er um ein kendan persón hjá politinum. Ætlanin er at lata hann sova rúsin av, og so fara teir at skuldseta hann seinni í dag.
Sambært vakthavandi hevur hetta málið als einki samband við hitt málið í síðstu viku, tá fýra ungir mans løgdu á ein 77 ára gamlan.
Men hetta var ikki einasta harðskapsmálið í gjár. Tí í Suðuroynni fekk politiið eisini eina fráboðan beint áðrenn midnátt. Her var ein maður sligin í andlitið. Viðkomandi var eisini koyrdur til sjúkrahúsið til nærri kanningar. Politiið kennir gerningsmannin, og teir fara at snakka við hann seinni í dag.
Umframt hesi harðskapsmál blivu tveir persónar tiknir fyri rúsdrekkakoyring í nátt - ein í Norðurstreymi og ein í Havn.