Aftur nýggjur málverji hjá EB/Streymi

Gamal kenningur í Vágum verður í málinum hjá sundalagsmonnum, tá ið teir í kvøld fara at spæla á Dungasandi

Ein hálvan tíma eftir, at KÍ fer í europeiska eldin eysturi í Tiraspol klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági. Tað er landskappingardystur í 21. leikumfari, og tað er EB/Streymur, sum nú er á veg vestur í Vágar.

 

Aftur í kvøld verður nýggjur maður í málinum hjá EB/Streymi. Tað er Silas Eyðsteinsson, sum fer at verja málið hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum. Silas er væl kendur í Vágum, tí longu í 2017 og fram til summarsteðgin í fjør vardi hann málið hjá besta 07 Vestur liðnum. Higartil í ár hevur hann vart málið á B36 liðnum í 1. deild, og tvær ferðir undan summarsteðginum í ár vardi hann TB málið. Tað var, tá ið 07 Vestur á heimavølli vann 2-0 ímóti TB, og tá ið KÍ vann 1-0 á heimavølli ímóti TB.

 

Silas Eyðsteinsson er fimti málverjin hjá EB/Streymi í ár. Hinir eru Jóannes Davidsen, Fayo Kruse, Símun Rógvi Hansen og Steven Van Dijk, sum EB/Streymur fyri stuttum leigaði frá 07 Vestur. Ein partur av avtaluni er, at Steven Van Dijk ikki skal verja EB/Streyma málið ímóti 07 Vestur. Tí hevur EB/Streymur til dystin í kvøld leigað Silas Eyðsteinsson.

 

Hjá EB/Streymi eru liðformaðurin Andras Ó. Olsen og Jákup Hummeland tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir, tá ið EB/Streymur misti stig á stokkinum í Klaksvík síðsta sunnudag, tá ið heimaliðið skoraði 3-2 sigursmálið við síðsta sparkinum í dystinum. Og so eru málverjarnir Jóannes Davidsen og Fayo Kruse ikki tøkir, og Tóki H. Johannesen er langtíðarskaddur.

 

Hjá 07 Vestur er miðverjin Dánial Pauli Lervig tøkur aftur eftir leikbann. Høgni Egilstoft Nielsen, sum var miðverji í 1-0 heimatapinum ímóti B68 síðsta sunnudag, er leikbannaður.

 

Higartil í ár hevur 07 Vestur vunnið fulla úrtøku ímóti EB/Streymi. Á Dungasandi endaði tað við 5-0 heimasigri, og í Hólmanum á Eiði vann 07 Vestur 3-1.

 

07 Vestur – EB/Streymur: Rúni Gaardbo Kl.18.30.