Aftur príshækking: Oljuprísurin er á himmalferð

Aftur á midnátt hækkaði oljuprísurin í Føroyum – hesaferð við 44 oyrum fyri liturin

 

Tað er oljufelagið Magn, sum hesaferð er tað fyrra av oljufeløgunum at hækka oljuprísin. Av royndum vita vit, at áðrenn hesin dagurin er lokin, so eru prísirnir hjá kappingarneytanum Effo nett teir somu.

Ein litur av bensini kostar nú 13 krónur 45 oyru. 

Ein litur av diesel kostar nú 11 krónur og 65 oyru.

Húsarhaldsoljan, ella gassoljan, sum hon verður nevnd, kostar nú 10 krónur og 91 oyru fyri liturin.

Talan er um metprísir, og vandin fyri at prísirnar hækka enn meira eru ógvuliga sannlíkir.

Vanligt hevur verið, at prísirnir verða reguleraðir eina til tvær ferðir um mánaðin, men seinastu tíðina hevur tað verið umleið annan hvønn dag. 

Og prísurin er nógv hækkaður, síðani Jørgen Niclasen boðaði frá avgjaldshækkingunum hjá landsstýrinum 10. desember í fjør. Tá boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at landsstýrið ætlar at leggja 13 oyru oman á prísin á bensini, diesel og tungolju – samstundis sum vegskatturin hækkar á øllum bilum við 300 krónum um árið.

Tann 10. desember kostaði ein litur av bensini 10 krónur og 33 oyru, og ein litur av diesel 8 krónur og 34 oyru. Prísurin er soleiðis hækkaður 3 krónur og 12 oyru á bensini og 3 krónur og 31 oyru á diesel.

Tað merkir, at landskassin hevur fingið fleirfalt tey 13 oyrini, sum landsstýrið ætlar at avgjaldshækkingarnar skulu vera. 

Í gjár skrivaðu vit, at landskassin hevði fingið 13 oyru 5,2 ferðir inn í mvg av bensini og 5,5 ferðir 13 oyru í mvg av diesel. Í dag eru hesi tølini enn hægri: Landskassin fær í dag hasi 13 oyrini 6 ferðir inn í mvg fyri hvønn litur av bensini og 6,4 ferðir inn í eyka mvg á diesel.

So er spurningurin, um Løgtingið fer at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum. Ella um Løgtingið kanska fer at lækka oljuavgjaldið, eisini nevnt punktgjaldið, sum er 2 krónur og 40 oyru fyri liturin av bensini og 1 krónu og 30 oyru á bensini.

Fyri at fáa eykainntøkuna hjá landskassanum í mvg niður á tey ætlaðu 13 oyruni í dag, so skal Løgtingið lækka oljuavgjaldið við 65 oyrum. So gongur roknistykkið hjá Jørgen Niclsen frá 10. desember upp. Á diesel skal løgtingið so lækka oljugjaldið við 70 oyrum. 

Okkurt bendir á, at tað ikki gevur meining hjá Løgtinginum at trýsta oljuprísin longur upp, enn Putin og hansara krígsgalnu knarkar hava gjørt – og uttan iva fara at halda fram við at gera.