Aftur reisigildi í Vági

Nú er aftur ein nýggjum vinnubygningur reistur í Vági.Talan er um eina frystugoymslu og nú er frystiorkan í Vági tvífaldað

 

Vágur


Tað blíðkar fyri hugaðum monnum.Tað mugu vágbingar sanna. tí hesi seinastu árini er virki eftir virki sett á stovn í Vági og hósdagin var aftur reisigildi niðri á keiini.

Tað er Johan Dahl og hansara samstarvsfelagir, sum aftur hava bygt eina frystigoymslu niðri á keiini, har teir hava eina fyrstigoysmlu frammanundan.

Teir eru eitt sindur seinkaður eftir upprunaligu ærtlanini, men ætlanin er at hon skal vera klár at taka í nýtslu á nýggjárinum, so tað verður lagt nógv fyri, fyri at fáa hana lidna.

Frystigoymslan, sum er, tekur 4.000 tons og tann, sum nú verður bygt afturat, tekur 5.500 tons og sostatt verður frystiorkan meir enn tvífaldað, tá ið hendan er liðug.

Tá ið hendan goymslan er liðug, verða tær báðar klæddar við aluminium fyri at fáa tær at taka seg betri út.

Høllin, sum nú verður bygt, verður fyri ein part gjørt við reolum, hyllum, sum kunnu flytast eftir tørvi.

? Tað ger, at vit verða betri førir fyri at taka ímóti vørum, sum ikki tola so nógv av, eitt nú rækjum, laks og annað, sum ikki tolir at verða stáplað omaná hvørjum øðrum, sigur Johan Dahl.

Frystigoymslan fer at taka 4.500 til 5.000 plattar og av teimum kunnu umleið 1.800 standa á reolum.

Tað eru felagið hjá Johan Dahl, Faromar og bretsku samstarvsfelagir hansara, International Seafood og Orcades Viking Ltd, sum eiga frystigoymsluna.

Umframt frystigoymsluna verður ein høll uppá 400 fermetrar bygt í sambandi við goymsluma, hon skal brúkast at flokka frystivørurnar í, og til plattagoymslu

Tilsamans er talan um eina íløgu upp á átta milliónir.


Meiri arbeiði

Tá ið frystigoymslan verður útbygt, fer hon at kasta væl meiri arbeiði av sær, enn frystigoymslan ger nú.

Sum er, arbeiða eini 30-50 fólk í sambandi við frystigoymsluna, tá ið skip koma at lossa ella lasta.

?Tá ið frystigoymslan er útbygt, verður neyvan fleiri um fleiri arbeiðspláss. Men tað fer at føra við sær, at skipini, sum koma at lossa og lasta, verða væl fleiri, so at arbeiðið verður støðugari.

Hann sigur, at hóast arbeiðsdagarnir ikki eru so nógvir, eru teir rættiliga langir og lønin er tí hareftir, so tað skuldi onki verið í vegin fyri at fingið fulla vikuløn, hóast arbeitt ikki verður hvønn dag.


Fingið 5.000 fermetrar afturat

Umframt hesa frystigoymsluna, hevur felagið hjá Johan Dahl fingið tilsøgn frá kommununi um eitt stykki upp á 5.000 fermetrar afturat, niðanfyri frystigoymsluna, til framtíðar íløgur, men enn er óvist, hvat tað skal brúkast til.

Einaferð var ætlanin at byggja eitt virki til uppsjóvarfisk, men tað er nú slept, í hvussu so er fyribils.

Jóhan Dahl sigur, at arbeitt verður kortini við øðrum ætlanum, men enn er ov tíðliga at av avdúka tær.


Neyðugt við djúphavn

Johan Dahl sigur, at nú so nógvar útbyggingar verða gjørdar í Vági, er tað alneyðugt, at atløguviðurskiftini verða gjørd nógv betri.

? Tað hevur avgerandi týdning, at djúphavnin, sum tosað so nógv hevur verið um, verður gjørd, tí tað er alt ov lítið atløgupláss sum er og hartil er havnin ov grunn, sum er.

Johan Dahl sigur, at neyðugt verður at gera einar 70 metrar av djúphavn í Vági, annars fer tað ikki at bera til.

? Verður tað málið ikki loyst, fáa vit ein stóran trupulleika, sigur Johan Dahl