Aftur sannførandi víkingar á Sandi

Víkingur hevur fingið fult hús ímóti B71 í ár, og enn einaferð gjørdist talan um ein greiðan sigur á útivølli. Longu í fyrra hálvleiki var Víkingur á sigurskós

Víkingar hava notið stórt gestablídni á Sandi í ár. Flaggdagin vann Víkingur 6-0 á B71 á tí nýggja undirlagnum á Sandi, og sunnudagin fór B71 aftur niður við flagginum. Longu áðrenn steðgin var 2-0 til Víking, og tá var felagsliðið í Eystur kommunu 11 ímóti 10 á vøllinum. Víkingur vóru grammari frá dystarbyrjan, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, skoraði Finnur Justinussen enn eitt mál fyri Víking. Finnur Justinussen stútaði bóltin inn við handara stólpa, aftaná eina góða sending frá Bárði Hansen.

Ilt bleiv verri
Tveir minuttir undan steðginum bleiv ilt verri hjá sandoyingum. Bojan Zivic í B71-miðverjuni var vístur av vølli, og samstundis var dømt brotsspark til Víking. Sam Jacobsen gjørdi skaðan góðan aftur, aftaná tað brenda brotssparkið ímóti B36, og beindi brotssparkið í netið til 2-0. Seinni hálvleikur var ikki eingong hálvrunnin, so høvdu Símin Hansen, skopuningurin hjá Víkingi, og tann innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu staðfest sigurin. B71 slapp uppí dansin ímóti dystarenda. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk B71 eitt brotsspark, og Bakari Bojang fekk pyntað um úrslitið, og hjá tí svanga er alt søtt, men lítið munaði í heildarmyndini.

Høvdu tamarhald á støðuni
Atli Gregersen, sum er leikara-talsmaður hjá Víkingi hevði leikbann ímóti B71. Hann sá sínar liðfelagar greiða arbeiðssetningin til lítar: - Teir høvdu gott tamarhald á støðuni. Spælararnir gjørdu tað, sum var neyðugt, og kundu møguliga fingið trý ella fýra mál aftrat. Teir spældu væl, og allar avtalurnar vóru hildnar. Vit høvdu nakað at hevna, aftaná dystin ímóti B36, og tað var gott at síggja onkrar menn skora ímóti B71 í dag, sum brendu stórar møguleikar í dystinum ímóti B36, segði Atli Gregersen um sínar liðfelagar. – Tað gekk kanska eitt sindur meira javnt á í fyrra hálvleiki, men so fær miðverjin hjá teimum tað reyða kortið, og vit fáa brotsspark, sum verður sett í netið, og tá er dysturin á mangan hátt avgjørdur. Ì seinna hálvleiki fingu vit gott pláss at spæla fótbolt, og tað megnaðu mennirnir ógvuliga væl at gagnnýta, men tá tað so blivu trý og fýra mál á muni bleiv minni skil í. Men sjálvandi við okkara brillum var tað munandi meira stuttligt, enn um upplivdi dystin, sum B71-ari, staðfesti Atli Gregersen, sum var farin eina familjuferð til Sands ígjár.

Katastrofa
Høgni Midjord hjá B71 var alt annað enn glaður um avrikið hjá honum og liðfeløgunum: - Tað var ein katastrofa. Vit gjørdu tað ógvuliga torført fyri okkum sjálvar, tá vit fingu ein mann útvístan, segði Høgni Midjord aftaná dystin. Hann helt frægastu løtuna hjá B71 verða aftaná 1-0 málið hjá Vìkingi. – Vit vóru væl við hesa løtuna, men tá vit gjørdust ein maður minni á vøllinum, so vendi gongdin aftur, staðfesti Høgni Midjord. B71 skal møta ÍF og 07 Vestur á útivølli mikudagin og sunnudagin. Ùtivøllur ella ikki, nú vita teir í B71, at klokkan er sligin, og nú skulu nógv stig á kontuna.