Tróndur og liðfelagarnir vunnu stórsigur á útivølli

HF Karlskrona vann við 15 málum

Í kvøld spældu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona annan dystin í innleiðandi bólki 4 í svensku steypakappingini.

 

Í Halmstad Arena høllini í Halmstad vann Karlskrona, ið spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini stórsigur á Drott Halmstad, ið spælir í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað endaði við 42-27 sigri til Karlskrona, ið var á odda 19-14 í steðginum. Tróndur skoraði tvey mál í dystinum.

 

AMO, ið vann 29-28 (15-15) á Karlskrona fyrr í vikuni hevur tvey stig fyri ein dyst, meðan Karlskrona hevur tvey stig fyri tveir dystir. Linköping og Drott hava einki stig. 

 

Linköping spælir í triðbestu deildini, og tí burdu Tróndur og liðfelagarnir eisini megnað at vunnið á Linköping. Liðini hittast í Linköping komandi týskvøld klokkan 18.30.

 

Endar Karlskrona millum tvey tey ovastu liðini í innleiðandi bólkinum vinna teir seg víðari í steypakappingini.