Aftur sekkur til dreingirnar

U-17

Mikukvøldið spældi føroyska U-17 landsliðið annan dystin í EM undankappingarbólkinum, sum teir í hesi vikuni taka lut í. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 8?0 ímóti rumensku vertunum, og tað gekk ikki so nógv frægari ímóti Eysturríki.
Úrslitið var 6?0 til Eysturríki, eftir at støðan í steðginum hevði verið 3?0. Telefonsambandið til Rumenia tykist vera heilt vánaligt. Í hvussu so er hevur tað ikki eydnast ? hóast nógvar royndir ? at fáa samband við føroyska ferðalagið í Bukarest.
Men umvegis hava vit frætt, at Bill Jacobsen, venjarin, heldur, at mótstøðuliðið var ikki heilt so gott, sum Rumenia var, men hann heldur eisini, at eysturríkararnir vóru ivaleysa góðir. Venjarin heldur, at 6?0 tap var í so stórt. Kanska hevði tað verið ein rættari mynd av spælbýtinum, um úrslitið hevði verið eitt nú 5?1. Tvey av málunum, sum mótstøðuliðið fekk, vóru bílig, og føroyska liðið hevði tríggjar møguleikar at skora mál. Tættast við vóru teir, tá Páll. M. Joensen sendi bóltin í stólpan.
Vit hava ikki fingið at vita, hvussu føroyska liðið var mannað. Men vit hava skilt, at talan var um fleiri broytingar, um sammett verður við liðið, sum tapti 8?0 ímóti Rumenia.
Í kvøld fara Føroyar at spæla síðsta dystin. Tá er mótstøðuliðið Makedonia, og vánirnar eru kanska toluligar fyri, at tað fer at roynast betri, enn tað hevur gjørt tvær tær fyrstu ferðirnar.