Sildaarbeiði
Á Kollafjord Pelagic hava tey seinastu dagarnar havt úr at gera við at skera sild, sum skipini, Saksaberg og Jupiter, hava fingið í føroyskum sjógvi sunnanfyri.
Hildið verður, at sildin er ein blandingur av norðhavssild og norðsjóvarsild.
1100 tons
Saksaberg hevði eini 500 tons í síðstu viku og Jupiter eini 600 tons í hesi vikuni, so tilsamans hevur Kollafjord Pelagic keypt 1100 tons av sild.
Sildin verður skorin til butterfly-fløk, og verður í samstarvi við danska felagið, Taabbel í Skagen, send á norðurevropeiska marknaðin, serliga til Týsklands.
Tvær støddir
Á Kollafjord Pelagic hava tey seks baader- maskinur, sum skera rávøruna, ið verður pakkað í tvær støddir.
Sildin verður býtt upp í tað, sum rópt verður, 10-16 og 12-18 stykkir til hvørt kilo. Síðan verður hon fryst í 20 kilo stórar blokkar og útflutt.
Tá ið sildin verður butterfly-skorin, hanga tvey og tvey fløk saman í skæðuni í rygginum, men sjálvur ryggurin er skorin burtur.
Gongur væl
Á Kollafjord Pelagic siga tey, at framleiðslan higartil hevur gingið nógv betur enn væntað, nú hetta er fyrstu ferð, at virkið burtur av sker sildina.
Arbeitt hevur verið í vaktum, har 20 fólk hava verið á hvørji vaktini, síðan Saksaberg og seinni Jupiter landaðu.
Vaktirnar eru frá klokkan 8 á morgni til klokkan 20 á kvøldi og aftur frá klokkan 20 til klokkan 8.
Arbeitt hevur eisini verið í vikuskiftinum á sama hátt sum hinar dagarnar.
Umráðandi er at fáa sildina undan, meðan hon er fesk.
Sum er, hevur pelagiska virkið í Kollafirði nóg mikið av fiski fram til hósdagin.
Upplæring
Ein maskinmaður hjá virkinum hevur verið til upplæring í Danmark í tríggjar vikur, har hann hevur sett seg inn í, hvussu baader- maskinurnar verða justeraðar.
Á virkinum vænta tey, at hampiligar nøgdir verða avskipaðar longu í hesi vikuni.
Hetta er soleiðis ein spennandi tíð hjá teimum, sum standa aftanfyri Kollafjord Pelagic og ikki minni hjá teimum, sum nú starvast í dagligu framleiðsluni á virkinum.
Stjóri á Kollafjord Pelagic er vestmenningurin, Dánjal Jákup Andreasen.