Aftur spenningur millum Iran og Vesturheimin

Nývaldi forsetin í Iran hevur lovað at fara hóvliga fram, men orðalagið ímillum Teheran og Washington er longu harðnað

Tað er lítil ivi um, at viðurskiftini ímillum Iran og USA verða spent tey næstu árini, og summir eygleiðarar siga, at høvuðsmálið hjá pørtunum verður at sleppa undan kríggi.
Tað kom óvart á tey flestu, at tann 48 ára gamli Mahmoud Ahmadinejad vann forsetavalið í Iran. Hann verður roknaður sum ein afturhaldssinnaður politikari, og summi halda hann vera ein skutilssvein hjá teimum ráðandi prestunum. Tí var tað ikki óvæntað, tá hann á sínum fyrsta tíðindafundi aftan á valið gjørdi greitt, at hann og hansara stjórn fara ikki at lata seg ávirka av Vesturheiminum.
? Vit fara at halda fram við okkara kjarnorkuverkætlan, tí hon er neyðug fyri okkara samfelag, segði tann nývaldi forsetin. Bæði ES og USA hava kravt, at Iran skal gevast við sínum kjarnorkuætlan, sjálvt um landið hevur lovað, at kjarnorkan einans verður brúkt til friðarlig endamál.
Hvørki demokrati ella frælsi
Russiski forsetin, Vladimir Putin, var ein tann fyrsti at ynskja nývalda iranska forsetanum tillukku við valsigrinum, og hann gjørdi samstundis greitt, at Russland er sinnað at halda fram við kjarnorkusamstarvinum við Iran.
Í Washington er orðalagið øðrvísi. Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, duldi ikki fyri, at hann var sera vónsvikin av valúrslitinum í Iran.
? Mahmoud Ahmadinejad er ikki ein, ið stuðlar demokratiið. Hann er heldur ikki ein, ið stuðlar frælsið. Hann heldur seg til teir ráðandi prestarnar, sum gera av, hvussu iranska fólkið skal liva, segði Rumsfeld.
Ísraelska stjórnin er heldur ikki fegin um tað, sum er hent í Iran. Ein talsmaður hjá stjórnini segði sunnudagin, at valið í Iran var ikki frítt, tí prestarnir gjørdu av, hvør slapp at stilla upp. Sambært ísraelska talsmanninum hevur Vesturheimurin ikki annað í at velja enn at avbyrgja Iran.
Valsvik
Undan tí seinna valumfarinum væntaðu tey flestu, at tann 70 ára gamli fyrrverandi forsetin Hashemi Rafsanjani fór at vinna, og hann hevur lagt myndugleikarnar undir at hava svikað fyri at forða fyri, at hann skuldi vinna forsetavalið.
Nógvir iranar vænta, at tann nýggi forsetin fer at ógilda fleiri av teimum nýskipanunum, sum eru settar í gildi tey seinastu árini. Sum borgarstjóri í Teheran var Mahmoud Ahmadinejad sera afturhaldssinnaður. Eitt nú gav hann boð um, at fleiri matstovur skuldu latast aftur, tí tær hildu seg til vesturlendskar matvanar, og tað eydnaðist honum eisini at steðga einum søluátaki, tí tað brúkti myndir av ensku fótbóltsstjørnuni David Beckham.
Eygleiðarar halda, at tað vóru tey fátæku í Iran, sum tryggjaðu Mahmoud Ahmadinejad sigurin, tí hann lovaði teimum størri part av landsins vælferð og at endurreisa hugsjónirnar frá kollveltingini í 1979.