Fótbóltspengar
Tá Fótbóltssambandið fer at hava aðalfund leygardagin, er framløga av ársroknskapinum sjálvandi eitt av føstu punktunum á skránni.
Og eins og undanfarin ár, so eru tað alt annað enn vøkur tøl, sum verða løgd fram fyri aðalfundin. Niðasta talið á botnlinjuni fyri 2002 er eitt minus upp á 1.242.307 kr., og tó at hetta er 300 tkr. frægari enn fyri í fjør, so er tað einki dulsmál, at hetta ikki er nakað, sum FSF kann liva við í longdini.
Tað er tó neyvan so, at tilverugrundaralagið hjá Fótbóltssambandinum er hótt av úrslitinum. Í inniverandi ári kann í øllum førum roknast við munandi øking á inntøkusíðuni. Ein øking, sum einamest stavar frá lutakastinum í EM-bólkinum, har vit jú komu í bólk saman við Týsklandi. Eitt lutakast, sum sambært táverandi formanninum, Torleif Sigurðsson, mundi vera einar 8 mió.kr. vert.
Tórsvøllur bjargaði eginognini
Við árslok 2002 var eginpeningurin hjá FSF 5.466 tkr. Eginpeningurin er tann munur, sum er ímillum ogn og skuld hjá felagsskapinum, og í so máta stendur helst heilt væl til.
Tað er tó vert at bíta merki í, at einasta orsøkin til, at eginpeningurin hjá FSF er positivur, er, at feløgini á aðalfundinum í fjør samtyktu, at Fótbóltssambandið skuldi yvirtaka bygningin við Tórsvøll. Ein yvirtøka, sum gav FSF rætt til studning frá FIFA upp á 4.562 tkr., umframt at Tórshavnar Býráð seinni hevur latið eina millión í stuðuli til liðugtgerðina av bygninginum. Var tað ikki fyri hesar stuðulsupphæddir, sum eru bókaðar beinleiðis inn á eginognina, hevði FSF við verandi aktivitetsstøði havt negativan eginpening við árslok, og vildi sostatt verið insolvent.
Og so kann eisini nevnast, at stuðulsupphæddirnar ikki hava verið nakað, sum hevur havt beinleiðis ávirkan á pengakassan hjá Fótbóltssambandinum. Hesar upphæddir eru nevnliga fluttar víðari alt fyri eitt. Kassakreditturin hjá Fótbóltssambandinum er framvegis trektur við nærum trimum milliónum krónum, og bara í rentum kostar hetta FSF ? og harvið føroysku fótbóltsfeløgunum ? 250 tkr. um árið.