Argir: Tað er helst ikki gerandissjón at síggja ein rógvara við sandpappíri í hond, og standa og pussa sín egna bát.
Mikudagin var Meinhard farin enn ein túr oman í kappróðrarneystið á Argjum. Nú var komið so mikið langt, at seinasta pussingin skal fáast frá hond av nýggja bátinum. Dagin eftir – hósdagin í farnu viku - skuldi báturin nevniliga sproytast sín sermerkta lit – tann knallreyða litin við teimum bláu stokkunum.
- Ja, tað er sjálvandi ein spennandi løta og ein serstøk avbjóðing at kunna rógva við einum spildurnýggjum báti, slær Meinhard fast.
Fyri hann sum rógvara hevur tað stóran týdning, at hann er partur av tjóðarítrótti okkara, og at fólk hava sera stóran áhuga í hesi ítróttargreinini, við nógvum áskoðarum til hvønn einstakan róður.
- Hetta síggja vit ikki minst, tá vit koma aftur eftir ein róður. Tá eru altíð nógv fólk her í neystinum, sum vísa sín áhuga fyri okkum. Hava vit vunnið, so siga tey tillukku við okkum, men hava vit ikki vunnið, so ynskja tey bara at geila okkum uppaftur, so vit fáa eitt betri úrslit næstu ferð.
- Tað fløvar og gevur okkum betri hug at halda fram í rógvingini, sigur hann.
Bitin
Meinhard byrjaði at rógva fyri fimm árum síðani. Øll árini hevur hann róð við Argja Róðrarfelag. Hvussu tað byrjaði við rógvingini, kann hann takka róðursmanninum á Bliki fyri.
- Hann spurdi meg ein dagin, um eg ikki hevði hug at rógva við teirra báti, greiðir Meinhard frá.
Hann hevði áður íðkað ítrótt so sum fótbólt og hondbólt. Nú beyðst honum høvið at royna kappróðurin, og tí valdi hann at taka av. Og her hevur hann verið síðani.
- Eg bleiv faktist bitin av tí, og nú kann eg bara siga, at tað er í fínasta slag at rógva kapp, sigur hann.
Hesi árini við Argja Róðrarfelag róði hann fyrst við Bliki í trý ár; í fjør við Teistanum, og í ár við tí nýggja seksmannafarinum hjá felagnum, Lómi.
Spakuligt
Árið hjá kappróðrarfólkunum endar á ólavsøku, har fleiri kanska fara undir aðra ítrótt.
Men tá tað fer at nærkast jólum, byrja menn og kvinnur so smátt at gleða seg til at sleppa undir teirra ítrótt aftur.
Soleiðis var við Meinhardi og hinum ungu og spentu rógvarunum á Argjum. Umframt spenningin tað er at rógva, kundu teir gleði seg til nakað heilt serstakt í ár, nevniliga tann nýggja kappróðrarbátin.
- Vit byrjaðu so spakuliga at venja í desember mánaði. Tá vandu vit eina ella tvær ferðir um vikuna, men í januar mánaði kom meiri ferð á venjingina, greiðir hann frá.
4. juni
Eftir jólahøgtíðina tóku teir rættiligt dyk á seg, og øktu títtleikan av venjingum til fimm ferðir um vikuna. Og tað gera teir við sama lag.
Henda venjingin hevur higartil verið gjørd á landi, um ein kann siga tað so. Ikki fyrrenn leygardagin verður farið í bátarnar at venja.
Hetta verður gjørt í sambandi við aðalfundin í felagnum, har sjósetingin av bátunum er ein partur av skránni. Serligur áhugi verður um tann nýggja Lóm.
- Tá vit fara í bátin, verður vant einar seks-sjey ferðir um vikuna, sigur Meinhard, ikki sørt spentur á málinum.
So kunnu teir byrja av álvara at síggja fram til fyrsta FM-róðurin, sum verður á norðoyastevnu í Klaksvík, leygardagin 4. juni.
Sum at roykja
Seinastu fimm árini hevur Meinhard Akraberg Hansen verið fastur maður umborð á bátunum hjá Argja Róðrarfelag.
Tann stóri spurningurin er, hví hann tímir og hví hann orkar at blíva við at rógva.
- At rógva, - tað er helst tað sama sum at roykja. Man blívur avhengigur av tí, kemur tað stutt frá honum.
Hjá mongum er tað næstan so, at tá allir FM-róðrarnir eru fingnir frá hond, so merkist eitt tómrúm innan í rógvarunum. Teir hava brúkt bæði tímar og dagar í felagnum, og nú verður alt bara lagt stilt.
- Ja, tað er eitt sindur løgið, tá man einki hevur at gera.
Men tíbetur vísir tað seg, at tíðin gongur so mikið skjótt til teir setast við árarnar aftur á hvørjum ári. Ein partur av hesi tíðini verður brúktur í venjingarhølunum, men einki kann kortini sammetast við tað at rógva í sínum egna báti.
Smábýtt
Tá ein soleiðis skal rógva á so høgum støði, er tað av bæði sveitta og tárum, um talan ikki beinleiðis verður um blóð.
Skal ein rógva við einum báti er neyðugt at øll manningin er við og venur, og at teir allir offra nógva tíð uppá hetta.
Meinhard gongur sjálvur í skúla og hevur eitt minni arbeiði við síðuna av. Men annars fer ein stórur partur av frítíðini til rógving.
- Tað er ikki altíð lætt at fáa alt hetta at ganga upp, men man roynir bara sum frægast, slær ídni rógvarin fast.
Taktikk
Tosar ein um at vinna ein dyst í eini ítróttargrein ella eina súkklukapping, er sera týdningarmikið at allir luttakararnir eru samdir um tann lagda taktikkin.
Eisini í rógving verður ein taktikkur lagdur, og sum vónandi ger sítt til, at teir at enda standa sum vinnarar av einum róðri ella róðrarári. Men hvussu leggur ein bátsmanning sín taktikk?
- Sjálvandi royna vit allir at rógva alt tað sum vit eru mentir, og herja á longu frá fyrsta árataki, staðfestir Meinhard. - Og tað er eisini ógvuliga týdningarmikið, at eingin gevur upp.
Tað hevur eisini sín týdning, at øll hugsanin er vend ímóti málinum og at teir bert hyggja í nakkan á manninum aftanfyri, og ikki hyggur til viks eftir hinum bátunum.
- Vit knalla eisini til beinanvegin eftir startin, og rógva so okkara róður inn móti málinum, fyri síðani at taka ein ordiligan spurt til seinast, – ein spurt, sum vónandi gevur okkum eitt fyrstapláss, sigur hann brosandi.
Hetta sama ger seg helst eisini galdandi fyri hinar manningarnar, men so er tað eisini altíð ein spurningur um, hvussu ein manning er fyri moralskt, beint áðrenn ein róður.
- Ja, tað er sjálvandi ikki eins stuttligt at rógva, um man hevur skeldast beint áðrenn man skal í bátin, ella um onkur av føstu manningini ikki kann møta tí hann er sjúkur.
- Best er sjálvandi, tá vit allir eru saman til venjing og tá FM-róðrarnir eru, slær Meinhard fast.