Aftur til stig politikkin

Ikki øll sjálvstýrisáhugað eru samd við førda samgongupolitikkinum. Formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag metir í øllum førum, at rættast er at venda aftur til stig fyri stig politikk, og er Helena Dam á Neystabø við at finna aftur á hesa kós, heilsar hann henni vælkomnari

Landsfundur Sjálvstýrisfloksins er um vikuskiftið. Ein, ið fegnast um ábendingarnar um, at í fullveldismálinum verður lagt á varligari bógv, er formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Jan Asbjørnson Joensen.

Hann metir, at tað kann ikki koma óvart á nakran, um farið verður varligari til verka í fullveldisætlanini, tí hetta samsvarar betri við stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins.


Ikki búgvin

At flokkurin hevur fingið vánalig úrslit í seinastu veljarakanningunum kundi bent á, at sjálvstýrisveljarar eru ikki samdir um førda politikkin hjá samgonguni. Jan A. Joensen avvísir ikki, at so er og at neyvan øll sjálvstýrisfólk eru glað fyri førda samgongupolitikkin.

- Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum, so er spurningurin, um ein lítil meiriluti skal hava loyvi til at kroysta nakað niður yvir hina helvtina, hvat livifótinum viðvíkir, sigur Jan Asbjørnson Joensen, sum eisini ivast stórliga í, um vit fólkaræðisliga og fyrisitingarliga eru búgving til tað, ið fullveldisætlanin leggur upp til.

Hann metir, at hyggur ein at føroyska umsitingarliga skrivstovuveldinum, so verður kappast um at gerast størst, men í dygd er eingin kapping at hóma.


Umhugsa kósina

- Eg meti, at rættast er at finna aftur til stig fyri stig politikkin. Vit eiga at byrja at gera fullveldi her heima á landi og ikki í Danmark, metir formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Jan Asbjørnson Joensen, undan landsfundi Sjálvstýrisfloksins.

- Eg eri samdur í, at vit eiga at stremba eftir sjálvstýri, men havi varhugan av, at landsstýrið hevur ov stóran skund. Sjálvstýrisflokkurin miðar eftir sjálvstýri, bygt á haldgóða grund og við skilagóðum loysnum her á landi, sigur Jan Asbjørnson Joensen.

- Eru veljarakanningarnar orsøk til, at meiningarnar hjá landstýrispolitikarum tiðna og blotna, so er hetta vælkomið. Ein eigur ikki at broyta meining eftir veljarakanningum, men slíkar kanningar kunnu benda á, um neyðugt er at umhugsa kósina. Um Helena Dam á Neystabø umhugsar sína støðu og finnur aftur á kósina, so er tað vælkomið, heldur Jan Asbjørnson Joensen í samband við, at løgmaður og Helena Dam á Neystabø eru komin við heldur varisligari úttalilsum seinastu tíðina viðvíkjandi fullveldisætlanini.

Jan Asbjørnson Joensen metir vera gott, at Sjálvstýrisflokkurin setti sum krav, at fólkið skuldi atkvøða um endaliga uppskotið, sum spyrst burtur úr samráðingunum millum Føroyar og Danmark, men hann vónar ikki, at landsstýrið hevur so stóran skund, at tað fer at beina fyri øllum framstigum á sjálvstýrisleið. Hetta, um fólkið vrakar uppskotið.

Sjálvur ivast Jan Asbjørnson Joensen ikki í undan landsfundi Sjálvstýrisfloksins, at rættast er at finna aftur til stig fyri stig politikkin.