Aftur í Tunis eftir 20 ára útlegd

Rached Ghannouchi, sum er leiðari hjá islamistunum í Tunesia, kom í dag aftur til heimlandið eftir 20 ár í útlegd. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at fleiri hundrað viðhaldsfólk vóru komin út á flogvøllin í høvuðsstaðnum Tunis at taka ímóti leiðaranum. Men har vóru eisini fólk, sum mótmæltu, at kemur aftur til landið, sum hann rýmdi úr í 1989.

Gannouchi hevur verið kendur sum ein víðgongdur islamistur. Í áttatiárunum fordømdi hann fleiri politiskar broytingar, eitt nú at kvinnur fingu størri rættindi.

Men tá hann kom til Tunis í dag, segði Gannouchi, at hann hevur ikki somu víðgongdu hugsjónir longur, og at hansara politisku hugsjónir líkjast teimum hjá stjórnarflokkinum í Turkalandi.