Gongst sum ætlað verður farið undir at bora tunlarnar Norður um Fjall, so títt og knapt tey eru liðug at bora Hvalbiartunnilin. Tað er samgongan samd um, og gongst sum ætlað, verður tað longu um hálvtannað ár, ella gott tað. Í hesum sambandi hevur Landsverk longu lagt eina linjuføring, sum er áleið har núverandi tunlar eru.
Men nú Løgtingið enn eina ferð hevur umrøtt tunlarnar, hava tinglimir nevnt fleiri alternativar møguleikar, sum sáa iva um upprunaligu ætlanina.
Bæði Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hava víst á, at tað er nógv bíligari at víðka núverandi tunlar. Hví so gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, og hví so gera nýggjan Hvalbiartunnil, spurdi Kári P. Højgaard.
– Vit eiga at kanna møguleikan at víðka tunlarnar betri, áðrenn sett verður á at gera nýggjan Hvalbiartunnil, og nýggjar tunlar Norður um Fjall, tí verða tunlarnir víðkaðir, ber til at fara til verka alt fyri eitt, legði hann afturat.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur reist spurningin fleiri ferðir, og eina ferð, hon spurdi um tað, fekk hon at vita, at tað var einar 45 milliónir bíligari at víðka tunlarnar, enn tað er at gera nýggjar tunlar.
Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, reisti eisini spurningin um at broyta linjuføringina og gera tann syðra tunnilin úr Gerðarbøi í Klaksvík, so at tunnilsmunnin er stutt frá har, undirsjóvartunnilin kemur upp. Verður tunnilin lagdur har, slepst undan at koyra ígjøgnum Klaksvík, so at koyrt verður at kalla beint úr undirsjóvartunlinum í ein tunnil til Árnafjarðar, og so víðari til Norðdepils.
Hon vil eisini hava byrgingina um Haraldssund knýtta upp í tunlarnar, soleiðis at hon kann verða gjørd liðug, eftir at hon hevur ligið óliðug í ein mansaldur.
Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum sigur, at tað ber til at víðka tunlarnar Norður um Fjall, men tað letur seg ikki gera í Hvalba, tí har er vegurin ímillum tunnilsmunnan og Hvalba, úr so vánaligum tilfari, at hann sjúnkar og skrædnar alla tíðina. Sostatt má nýggjur vegur eisini gerast, og samanlagt er tað dýrari enn at gera nýggjan tunnil.
Hann er heldur ikki serliga heitur fyri at gera tunnil úr Gerðarbøi til Árnafjarðar. Í fyrru atløgu fer tað at gera verkætlanina 100 milliónir dýrari, umframt at hann fer at verða seinkaður enn meiri. Men er tað ynskið norðaneftir, fer hann heldur ikki at seta ímóti tí. Hinvegin er tað hansara fatan, at tey har norðuri vilja fyrst og fremst hava tunnil, og tískil er tað, sum enn liggur í kortunum, er at gera tunlarnar, har teir eru nú, bara eitt sindur lægri.
Annars minnist hann eisini rokið ið varð, seinast, tosað var um at gera tunnilin úr Gerðarbøi, tí nógv vilja friða hann. Og skal tað stríðið takast upp aftur, er vandi fyri at tað fer at seinka arbeiðnum enn meiri, sigur hann.