Javnaðarflokkurin er taparin í nýggjastu veljarakanningini. Hann gongur aftur við 2,3% í mun til síðsta val. Tað heldur formaður floksins og løgmaður, Jóannes Eidesgaard ikki koma ávart á, tá hugsað verður um, at flokkurin má bera lessið við at standa á odda fyri hesi samgonguni. Tað er ikki óvanligt, tá talan er um kanningar í einum valskeiði, at flokkar, sum sita í stjórn, verða teir, sum verða lagdir mest undir luppin og oftast hava afturgongd í stjórnartíðini, meðan andstøðuflokkar hava tann lætta leiklutin bara at profilera sín egna politikk og óforpliktandi kunna seta ting fram. Teir eru eisini gjarna í tí leikluti, at teir fáa framgongd. So henda gongdin, har stjórnarflokkar ganga aftur og anstøðuflokkara fram í veljarakanningum í einum valskeiði er fyri mær púra náttúrlig.
Løgmaður staðfestir annars, at samgongan framvegis varðveitir sína støðu við 21 tingmonnum, og tað er hann sum leiðari fyri samgonguna fegin um. Hann heldur eisini, at tað er ein rættvís mynd, tí tað gongur væl í samfelagnum. Tey málini, sum samgongan hevur sett sær, hevur hon í nógvum førum rokkið, og búskaparpolitikkurin, sum varð lagdur til rættis í 2004, byrjar nú at bera frukt.
Jóannes Eidesgaard tulkar annars afturgongdina hjá flokkinum sum eina avleiðing av, at flokkurin ber eitt ávíst less fyri hinar flokkarnar, og tað er so aftur náttúrligt, tí Javnaðarflokkurin leiðir samgonguna, og tað má væl vera tann prísur, sum Javnaðarflokkurin beint nú í hesi kanningini skal gjalda fyri at halda saman uppá tingini. Tað forpliktar at vera leiðsla og taka vit tey málini, sum ikki eru væl móttikin millum fólk, so sum eftirlønirnar til landsstýrismenn, og úrslitið verður, at Javnaðarflokkurin, sum hevur løgmann, rindar ein eyka prís fyri tað.
Uppá fyrispurning um henda kanningin ikki er eitt slag av misálitisváttan til løgmann sigur Jóannes Eidesgaard, at hann her bara kann fyrihalda seg til seinastu kanning, tá spurt var um hvønn persón fólk ynsktu til løgmann. Sjálvur tekur hann ikki nýggju kanningina sum eina misálitisváttan og vísir á, at misnøgdin, sum er, verður kanalyserað gjøgnum Javnaðarflokkin, tí hann hevur leiðsluna. Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga fríir, tí Javnaðarflokkurin ber lessið fyri teir eisini. Men kanningin sigur javnaðarfólki, at vit fáa ongan valsigur forerandi, vit skulu stríðast fyri hann sigur formaður Javnaðarfloksins.
-Róð hevur verið framundir, at Sambandsflokkurin fyri at fáa løgmann kann velja at fara í eina samgongu við Tjóðveldisflokkin og ein minni flokk eftir næsta val!
-Hondina á hjartað. Eg havi sera ringt við at fáa eygað á eitt annað alternativ til sitandi samgongu.