Aftursvar til Ráðgevarafelagið: Ússalig ráðgeving

Ráðgevarafelagið vil, í nýggjum tíðarriti verða við, at Bústaðir – tað almenna bústaðafelagið, er orsøkin til, at ikki gongst betri at nøkta bústaðatørvin í Føroyum.

 

Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum heldur: “at teir aktørar, sum leingi hava verið á marknaðinum, m.a. peningastovnar, eftirlønargrunnar, meklarafyritøkur, byggifyritøkur og ráðgevarafyritøkur, væl eru førir fyri at seta meira ferð á bústaðarbyggingina. Men hetta hendir ikki, tí einum almennum felag við ymsum fíggjarligum fyrimunum er litið upp í hendi at basa bústaðaneyðini”.

 

Freistandi er at siga, at her man talan verða um ‘fake news’, ella í hvussu er, ein alternativan sannleika, og so lata ússaligu ákærurnar fara framvið. Málið er tó so týdningarmikið, og niðurstøðurnar hjá Ráðgevarafelagnum so skeivar, at neyðugt er at gera nakrar viðmerkingar.

 

Bústaðir byggja, umsita og reka leigubústaðir kring landið. Hetta við einum alment gagnligum endamáli, soleiðis at útboðið verður fjølbroytt og húsaleigurnar so lágar sum gjørligt.

 

Eingin av aktørunum, ið Ráðgevarafelagið heldur verjurøðu fyri, hava nakrantíð í Føroya søgu bygt ella umsitið leigubústaðarvirksemi. Tað liggur heilt einfalt ikki í teirra náttúru, hvørki áðrenn ella aftaná at Bústaðir fóru til verka.

 

 

Einki løgið í tí

Teir aktørar, sum Ráðgevarafelagið er so stúrið um, hava einahelst til endamáls at fáa fíggjarligan vinning av teirra virksemi. Hava teir bygt íbúðir, hevur talan verið um eigaraíbúðir, ið verða seldar til hægstbjóðandi so skjótt, ella áðrenn, tær eru lidnar. At hugsa sær, at ein av nevndu aktørum fór undir at byggja íbúðir, tók allan váðan á seg, og síðani bíðaði í 30 – 50 ár eftir  at fáa íløguna afturgoldna, er ikki bara naivt – tað er býtt.

 

Ráðgevarafelagið, ið hevur limir við hundraðtals dugnaligum og royndum starvsfólkum, og eisini formaðurin, Selmar Nielsen, vita væl av hesum. Tey vita eisini um munin millum at selja við størst møguligum vinningi, og so, sum Bústaðir, at hava lægst møguliga og kostnaðargrundaða húsaleigu.

 

Men hví so vísa til Bústaðir sum eina forðing fyri at meira verður bygt av privatum fyritøkum?

 

Er tað óttin fyri, at eingir keyparar eru eftir til teir eigarabústaðir, sum hóast alt verða bygdir, nú fleiri fáa møguleikan at búgva til leigu? Neyvan, tí tørvurin er ovurstórur og tað gongst væl at selja eigarabústaðirnar.

 

Eru tað fyrimunir sum Bústaðir hava við t.d. mvg frítøku, sum skeikla marknaðin? Neyvan, tí hendan fyrimun hava nevndu aktørar eisini, hóast tað oftani tykist lættari at skelda um hetta, enn bara at duga sítt pensum.

 

Bústaðir hava, fyri lágan kostnað, í samstarvi við Tórshavnar kommunu, umbygt Kommunuskúlan í Tórshavn til lestraríbúðir. Skeiklar tað marknaðin? Neyvan, tí avtalurnar eru treytaðar av, at talan er um lestraríbúðir og at húsaleigurnar eru á einum støði, sum eisini lesandi kunnu gjalda.

 

Hví fáa Ráðgevarafelagið, og oftani eisini Vinnuhúsið, so ilt av virkseminum hjá Bústøðum? Bústaðir hava havt, og hava framvegis, eitt framúr gott samstarv við nógvar ráðgevara- og byggifyritøkur, har arbeitt verður saman um fjøltáttandi, mennandi og nýskapandi verkætlanir um alt landið.

 

Men Bústaðir hava eisini eitt ófrávíkiligt fokus á kostnaðirnar, tí hjá Bústøðum eru tað bert leigararnir sjálvir, ið mugu gjalda. Hetta soleiðis at íløgan, eisini hjá Bústøðum, kann koma aftur, aftaná eitt ávíst áramál.

 

Har er altso eingin ‘ríkur onkel úr Amerika’, kommunukassi ella landskassi, sum kann tryggja aktørunum hjá Ráðgevarafelagnum tann vinning, sum teir annars eru vanir við.

 

Har siðvenjur ikki rigga, ella eru ein forðing fyri menning, mugu tær broytast. Bústaðir hava óivað provokerað áhugafeløgini, tá ið Bústaðir ikki altíð vilja gjalda okurs honorar til ráðgevarar. Ráðgevarahonorar á 10 % ella meira av verkætlanarkostnaðinum, eru oftani tað, vit hava møtt, hóast talan hevur verið um einfalt byggjarí ella endurtøku av verandi. Afturat hesum, oftast eftir einari tápuligari skipan, sum hevur við sær, at jú dýrari byggingin verður, og verri gongur, meiri skulu ráðgevarafyritøkurnar hava. 

 

Eisini Vinnuhúsið øsir seg upp, tá ið Bústaðir í nøkrum førum hava valt at innflyta hóskandi modulbyggjarí, tí tað kann verða skjótari og bíligari enn aðrar loysnir. 

 

Heldur einki løgið í tí. Okkara endamál eru ymisk. Vit virka fyri at útvega góðar, fjøltáttaðar leigubústaðir til so lága húsaleigu sum gjørligt, heldur enn at tryggja hægst møguligan vinning í ráðgevaravinnuni.  

 

Ein rímiligur vinningur til allar aktørar, og eisini leigararnir, er natúrligur og samstundis ein fortreyt fyri mennandi virksemi og framhaldandi búskaparvøkstri, og tað vilja Bústaðir gjarna verða partur av.

 

Bústaðir hava tørv á samstarvi við byggifyritøkur, ráðgevarar og íleggjarar til tess at fremja tíggjutals verkætlanir við leigubústøðum kring alt landið. So kom inn í dystin, verið við, heldur enn at fyrigykla Føroya fólki, at tit eru í bíðistøðu.

 

 

Andras Róin, stjóri
Bústaðir