Ólavur á Heygum
Fyrst má eg undrast, at hesin maður lesur mína grein, sum ein vissur harri lesur tað heilagu bók.
Harra Stórá, tað er ikki sum tú skrivar "Hansara stevna í Tysklandi", sum talan er um, men eina Norðurlanda rógvi- og mentunarstevnu, ímillum danir, sviar og føroyingar sum tú ikki tekur uppá mál, soleiðis sum tú ikki hevur virðing fyri teimun, sum vóru við til fyrireikingarnar. Til tað, sum tú kallar "hansara stevna í Tysklandi" vóru medfyrireikarnir hesir: Róðrasamband Føroya við Jóhannis Joensen, Róðrafeløg á Tvøroyri. Løgmaður Jóannes Eidisgaard og borgarstjóri Kristin Michelsen, hildið røður.
So sipar tú til, tá ið skrivið um "trøllið, sum kom undan kavi". Her fert tú eisini skeivur ella vil ikki halda teg til evnið. Tað var kappróðurin á Bryggen við Føroyahúsinum, sum eg skrivið um. Mær vitandi hava ongir bátar róð kapp á Vesterbrogade vid mál á nr. 17 A. Hvat er hattar fyri tvætl , Sjálvandi skal Føroyahúsið hava sína mentan í frið á Ólavsøku har ella á Bryggen. Tað hevur ongin haft nakað ímóti. So sipar tú eisini til kappróður á NorðurAtlantisku Mentunarstevnuni. Tú fylgir illa við. Tað var bert ein bátur sum róði tá, og tað var Tvørábáturin, sum róði kapp um seg sjálvan. Handan var ov íýlig harra Stórá. Hald teg til evnið, sum skrivað verður um. Tað eru bátarnir, sum tit leggja hald á, sum eru trupulleikarnir, at náa eina viku aftaná, sum skulu koyrast 500 km.
Tey sum skula gera fyrireikararbeiðið, eru somu fólk frá róðrafeløgunum, sum gera róðrastevnuna í Ishøj og kanska Róðra- og Mentunnarstevnu 2006 í Svøríki. Alt skal fyrireikast áðrenn summarferiu, sum byrjar 20. juni. Hava tit onga føling fyri, hvussi fólk fyrireika ella taka tit tað fyri vist, at onnur gera tykkara arbeiði. Tað var just hendan grundgeving til áheitanina frá mær, um at halda ólavsøku vid kappróðri annað hvørt ár. Aðra staðni gera fólk stevnur annað hvørt ár í sama umhvørvi ella høvudstaðnum. Til dømis verður jóansøka hildin annað hvørt ár á Tvøroyri og Vági. At hava ólavsøkuhald á hvørjum ári kann viðføra, at ikki so nógv koma til Ishøj, tá ið Færø Regatta verður í juni. Tað sigst, at tað vóru nógv minni fólk í fjør enn tað plagar at vera.
Tað verður eisini skrivað um, at tá ið eg leggi á leiðarin í Føroyuhúsinum fyri manipulering ímóti mær og sum grundgeving nevni ósemju í felagnum. Hvat heldur tú ger ósemju. Tað er just hesin leiðarin, sum ger tað, við at senda brøv út til limirnar ímóti mær, at eg innkalli til eykaaðalfund og mangt annað. Hetta er ikki nøkur grov skuldseting, men ein avdúkan, hvussi leikur er farin fram til tú kallar "at smekka vid hurðini, men sum eit gamalt orðatak sigur "sannleikin er illa lýddur".
Tú nevnir at tað, atmín kæra hevur verið alment viðgjørt í Føroyhúsinum, ikki er rætt. Hvussu ber tað til, at ein pesónur ringir til mín og spyr, um eg havi sent kæru til Mentarmálarráðið. Hetta tí hann varð spurdur undir týsdagsdøgverðanum í Føroyhúsinum, áðrenn nakað skriv var komið í blødðni, um hann hevði hoyrt, at Ólavur á Heygum, hevði sent kæru um Føroyahúsid. Hann spyr so aftur um ,hvar hetta var komi frá. Hin svarar aftur, at tad hevði Martin Fjallstein fortalt honum. So spyrji eg . Er tað ikki tagnarskylda hjá teimun, sum hava málið um hendi, til málið er avgreitt? Hevur Martin Fjallstein sjálvur haft málið um hendi?
Tú undrast, hví eg ikki havi vent mær til nevndina. Harra Stórá hevur tú ikki lisið, at eg sendi tað til vidgerðar av umboði hjá Mentamálaráðnum í Umboðsmannanevndini í Føroyhúsinum. So skal eg eisini viðganga, at eg hevði eitt ánilsi til tín persón, at tú fór ikki, at verða óheftur í hesum málið. Soleiðis í slíkum førum, fari eg altíð til høvdið og ikki til halan. Eg má sanniliga eisini siga, at mín meting var røtt. Sjáldan havi eg sæð so einvísa skriving sum svar av mínari grein. Her er bara eitt áhugamál, og er tað at taka Føroyahúsid og leiðaran í verju.
So sigur tú, at øll feløgini vóru við til tann fyrsta fundin sum var í fjør vár og nevnur Neystið. Aftur skeivur. Eg var til tann fyrsta fundin. Har var ongin frá Neystinum møttur upp. Lesur tú ikki fundarfrágreiðingar ?
Nú vit tosa um Ólavsøkuhaldid í fjør á Bryggen, kann ein eisini undrast, hvat bleiv tann fíggjarliga støðan. Fleiri av gestunum søgdu mær frá, at tey vórðu biðin um at keypa øl og spiritus frá Martin Fjallstein, tí avlopið fór til feløgini. Enn er eingin roknskapur almennur, hví? Enn hava eingi feløg fingið avlop, hví? Hevur Umboðsmannaráðið í yvirhøvur nakað eftirlit við Føroyahúsinum ?
At enda má eg eisini ásanna, at tað er harmuligt við bladtjaki. Í 18 ár havi eg lagt alla mína orku fyri at fremja tann føroyska bátin vid kappróðri í útheiminum og uttan sjólvrós fingid tað, sum á donskum verður kallað eina "ekspertise" við at finna gróðrabotn fyri tiltøkum, sum vit góðu landsmenn í Føroyum kunna fegnast um og vera saman um. Tá ið so onnur fólk seta meinbogar fyri tad virki, sum eg veit eg kann útinna, fyri at siga tað akkurat, sum er vid øvint, verður man harmur og má fáa luft. Tað verður kanska hildið av onkrun, sum grovar atfinningar, men sum áður nevnt. Sannleikin er ofta illa lýddur.