Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at tosa við evropeiskar leiðarar, áðrenn hann fer á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska fríggjadagin í vikuni

Fer at tosa við evropeiskar leiðarar fyri Putin-fund

Á tíðindafundi í dag segði Donald Trump seg vænta, at fundurin við russiska forsetan í Alaska verður konstruktivur

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at tosa við evropeiskar leiðarar, áðrenn hann fer á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska fríggjadagin í vikuni

Fundurin millum Donald Trump og Vladimir Putin, sum ætlandi skal verða í Alaska fríggjadagin, skal snúgva seg um kríggið í Ukraina.

 

Sambært tíðindastovuni Reuters fara franski forsetin, Emmanuel Macron, bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og týski kanslarin, Friedrich Merz, at snakka við amerikanska forsetan.

 

Á einum tíðindafundi seinnapartin í dag segði Donald Trump seg vænta, at fundurin við russiska forsetan í Alaska verður konstruktivur, sum hann sambært Reuters málbar seg.

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at tosa við evropeiskar leiðarar, áðrenn hann fer á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska fríggjadagin í vikuni