LOYNIDÒMUR
Eitt tað mest umtalaða evnið í valstríðnum er skattalættin ella skattareformurin hjá Sambandsflokkinum.
Hesin góði skattalætti kann óivað kallast fyri størsti loynidómurin í Føroyum í løtuni, sum fólk kring alt landið práta um.
Men hvat inniber so hesin skattalættin?
Skattalættin merkir fyrst og fremst, at fólk skulu gjalda minni í landsskatti. Og hesin skattalættin umfatar øll. Núverandi skattaskipan er skipað eftir einum sokallaðum progressivum stiga. Hetta merkir, tess meira tú vinnur av peningi tess harðari verður tann síðsta vunna inntøkukrónan skatta. Ein botnfrádráttur er, og síðani gjalda fólk skatt í ymsum stiga, alt eftir inntøku. Skattistigin í 2004 gevur fólkið ein botnfrádrátt áljóðandi 22.000 kr. Hvør inntøku króna yvir 170.000 kr. árliga verður skattað við 36% landsskatti. Afturat hesum kemur kommunuskatturin. Hesi skattaprosent eru sera ymisk ? frá 13% til 22,5%. Taka vit eitt miðaltal áljóðandi 20%, so merkir tað, at fólk rinda 56% í inntøkuskatti fyri hvørja inntøkukrónu yvir 170.000 kr. Hetta eru inntøkur yvir einar 14.000 kr um mánaðin.
Eitt loft er eisini ásett, soleiðis at eingin samlað rindar meira enn helmingin av inntøkuni í skatti. Tað eru kortini ógvuliga fá, sum røkka hesum lofti.
Ætlanin hjá Sambandsflokkinum er at broyta stigan á skattastigan á fylgjandi hættir: Botnfrádrátturin skal fara úr 22.000 krónum til 30.000 krónur eftir fýra árum, og tað sokallaða toppskattamarkið skal flytast úr 170.000 til 300.000 eftir fýra árum. Altso ein skattalætti, sum ávirkar allar inntøkur. Hetta merkir eisini, at eingin inntøka undir 300.000 árliga rindar meira enn 40% í marginalskatti.
Hendan broytingin er samstundis eitt stig frá einum progressivum skattastiga til enn meira proportionalan skattastiga, har tað er ein botnfrádráttur og síðani eitt ella heilt fáa skattastig. Men skattastigin er framvegis progressivur.
Sambandsflokkurin sigur, at hesin skattalættin fer at kosta seksti milliónir um árið. Hesi tøl koma frá Sambandsflokkinum og byggja á útrokningar við skattaintøkunum í 2002 sum grundarlag.
<ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI <BR til. uppskotið evna at fyri staðið hevur sum teimum, av ein Sambandsflokkinum, hjá valevni og búskaparfrøðingur st1:PersonName$?$end$!$, Laksáfoss<>Hann heldur, at uppskotið er púra greitt.
-Tað, vit gera, er at prísregulerað verandi skattaskipan. Neyðugt er at regulera skattaskipanina hvørt ár. Síðani 1998 er miðalskattaprosentið hjá fólkið hækkað við trimum prosentum, tí lønin er hækkað, men skattastigin ikki er reguleraður tilsvarandi, sigur <ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< st1:PersonName$?$end$!$.<BR>Búskaparfrøðingurin hjá Sambandsflokkinum leggur eina við, at hetta er ein skattalætti ætlaðar til arbeiðarafjøldina.
-Øll fáa ein skattalætta við hesum. Men tað eru tær lægstu inntøkurnar, sum fáa mest burturúr, sigur <ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< <BR st1:PersonName$?$end$!$.>
-Skattalættin kostar 60 mió. krónur árliga í fýra ár. Vit meta, at 20% av honum koma innaftur gjøgnum skatt og avgjøld orsakað av økta virkseminum, sum skattalættin gevur. Fyrst fremst er ætlanin at skapa búskaparvøkstur. Umleið tíggju milliónir skulu fíggjast við sparingum. Við verandi búskapargongd við einum lítlum lønar- og prísvøkstri koma hinir 38 milliónirnar inn av sær sjálvum, sigur <ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI Laksáfoss< st1:PersonName$?$end$!$.<BR>
Sjálvur er <ST1:PERSONNAME$?$END$!$MAGNI at Laksáfoss< loyniligan.<BR skattalætta góða hendan halda neyðugt var ikki als tað um, sannførdur st1:PersonName$?$end$!$>- Hetta er sera einfalt, og vit áttu at havt almannakunngjørt hetta beinanvegin fyri at sleppa undan øllum hesum gitingunum. Men hetta er hóast alt ein partur av einari størri og umfatandi ætlan, sum kallast fyri Virkisætlanin. Tað eru so onnur, sum hava sett fokus á skattalættin, tí hevur tað verið neyðugt hjá okkum at útgreina hann nærri.