Superliga
Óli Johannesen er ikki partur av AGF liðnum, sum hesar seinastu vikurnar tríggjar ferðir á rað er farið av vøllinum við fullum stigatali, eftir at teir hava spælt ímóti oddaliðum.
Hesa ferð var AGF í Ikast, har teir vundu burturúr FCM, sum higartil hevur verið millum fremstu liðini. Óli Johannesen var ikki millum teir fyrstu ellivu, og hann var heldur ikki millum teir tríggjar AGF menninar, sum vórðu skiftir inn.
So at siga allan 1. hálvleik var heimaliðið við yvirlutan, men síðstu lítlu løtuna undan steðginum fekk AGF tvey mál, og so vendi alt upp og niður. Í 2. hálvleiki økti AGF til 3?0, áðrenn FCM minkaði um munin, men úrslitið gjørdist 4?1 til AGF.
Merkisvert var tað, at ein av FCM monnunum, Søren Skriver, var so óheppin, at hann tvær ferðir gjørdi sjálvmál. Hann hjálpti AGF at skora til 2?0 og til 4?1.
Soltið hjá Hvidovre
Á nýggjárinum skal Óli Johannesen í nýtt starv. Hann flytir úr Århus og AGF og til Keypmannahavnar og Hvidovre í 1. deild.
Støðan hjá fyrrverandi TB venjaranum, Frank Skytte, og Hvidovre er ikki meiri enn passalig. Í vikuskiftinum var 15. og seinasta umfarið undan vetrarsteðginum í 1. deild á skránni. Hvidovre var í grannalagnum og spældi. Mótstøðuliðið í Valby var gamla arbeiðarafelagið Frem. Heimaliðið vann 2?0, og harvið eru teir á odda í næstbestu deildini. 16. umfarið av teimum í alt 30 í næstbestu deildini verður á skránni 17. mars.
Hvidovre er á 11. plássi. Fyrsti landskappingardysturin hjá teimum, eftir at Óli Johannesen verður komin til felagið, verður 17. mars. Tá skulu teir spæla á heimavølli ímóti Birkerød, sum er á niðurflytingarplássi.
Brøndby á odda
Í superliguni er Brøndby framvegis á odda. Sunnudagin treiskaðust næstan fimtan túsund áskoðarar, tá teir møttu upp á Brøndby stadion, har botnproppurin úr Haderslev vitjaði. Brøndby vann 4?2, men tað gekk ikki so lættliga fyri seg, sum tey flestu mundu hava roknað við. Haderslev kom á odda 1?0, og venjarin hjá teimum var so misnøgdur, tá tað var liðugt, og teir høvdu tapt, at hann ákærdi mest kenda dómaran, Kim Milton Nielsen, sum verður roknaður at vera fremsti dómarin í Danmark, at hava verið heimadómari, so tað stóð eftir í. Haderslev venjarin vildi vera við, at Brøndby hevði ikki havt vunnið, um teir ikki høvdu havt fingið hjálp frá dómaranum.
Tað, sum venjarin sipaði til, var, at málverjin hjá Haderslev, Jesper Mortensen, fekk reyða kortið, tí dómarin metti, at hann hevði vart við hondini uttanfyri brotsteigin. Sjónvarpsupptøkur staðfestu, at bólturin hevði rakt í høvdið á málverjanum. Ruðuleiki stóðs av støðuni, og í tí sambandinum fekk Søren Colding hjá Brøndby reyða kortið fyri at skumpa.
Dropin, sum fekk bikarið hjá venjaranum at flóta yvir, var, at hann ikki kolldømdi eitt av málunum hjá Brøndby fyri rangstøðu. Upptøkurnar vístu, at tað var rangstøða.
Í Gladsaxe spældu AB og AaB 1?1. Í gjárkvøldið skuldi OB vitja í Silkeborg.