Agnar: Stigametið er gott - góða spælið er tó tað besta (FM1)

(FM1) Hoyr hjálparvenjarin hjá KÍ seta orð á 6-0 sigurin á EB/Streymi og stigametið

##med2##

 

EB/Streymur-KÍ 0-6 (0-4) 

 

0-1 Páll A. Klettskarð (13.)

 

0-2 Jóannes Bjartalíð (16.) 

 

0-3 Jóannes K. Danielsen (20.)

 

0-4 Jóannes Bjartalíð (31.) 

 

0-5 Claes Philip Kronberg (61.) 

 

0-6 Jonn Johannesen (84.)

 

Agnar Prestá, hjálparvenjari hjá KÍ er sjálvandi fegin um stigametið KÍ hevur sett við at hava vunnið 74 stig higartil í landskappingini. Gamla metið átti HB við 73 stigum í 2018. Men tað sum Agnar fegnast mest um er tað framúr góða spælið KÍ vísti við Margáir í dag, og sannroyndin, at leikararnir hjá KÍ eru tendraðir og koyra við fullari skrúvu hóast FM-gullið langt síðani er tryggjað.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Agnar Prestá. 

 

Samrøða við Agnar Prestá um stigametið

Samrøða við Agnar Prestá um stigametið