Í kvøld vunnu teir næstbestu hjá KÍ 3-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Tá ið KÍ í øðrum umfari var í Runavík endaði tað 2-2.
KÍ er á sætta plássi við 16 stigum, og NSÍ er á áttanda plássi við 13 stigum.
Málskjúttar í fyrra hálvleiki í kvøld vóru Jóan Petur Jónsson, sum nú hevur skorað fimm mál og er KÍ toppskjútti, og Ahmed Latif. Í báðum førum var tað Gulak Jakobsen, sum átti uppleggið.
Tá ið ein tími var farin, staðfesti Sølvi Johannesen trivaliga heimasigurin eftir hornaspark.
Í Klaksvík varð Ahmed Latif valdur at vera dagsins maður. Tað man kennast hugaligt hjá 22 ára gamla ganesiska verjuspælaranum og miðvallaranum, sum í kvøld umboðaði KÍ fyri 50. ferð, síðani hann í 2023 kom til Klaksvíkar. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 30 dystir í bestu landskappingini, 3 í kappingini um løgmanssteypið, ein stórsteypadyst, 5 dystir í altjóða kappingum og í kvøld var hann fyri 11. ferð á næstbesta liðnum.
Í kvøld var Ahmed Latif fyri aðru ferð málskjútti, síðani hann fyri skjótt tveimum árum síðani kom til Klaksvíkar. Fyrsta málið skoraði hann 27. juli í 2023, tá ið KÍ í 1. deild vann 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.